17. oktober 2024
Eg eiti Áron Vest, eg eri 30 ára gamal og saman við konu míni Ninný, búgvi eg úti í Norðoyri. Eg havi valt at stilla upp fyri Sambandsflokkin, tí eg trúgvi, at eg havi okkurt gott at bjóða verðins bestu kommunu. Og her eru míni hjartamál:
Norðoyri er ikki bara ein gøta í Klaksvík
Tað var einaferð ein sum segði við meg, tá eg nevndi ymiskt, sum kundi gerast í bygdini: “Ja, altso, skulu so allir vegir í Klaksvíkar bý krevja sítt?” – í mínari verð, er hetta at spíta á øll tey, sum ikki búgva í Klaksvíkar bý. Tað er uppá tíðina, at staðbundnu nevndirnar verða tiknar meir í álvara. Hetta eru IKKI bara vegir og støð í Klaksvík. Nøkur av tingunum sum skulu gerast í Norðoyri, eru hesi:
Nú er slutt við at halda, at Norðoyri bara er ein gøta í Klaksvík – not on my watch!
Verða tey í Norðoya Bjargingarfelag hoyrd?
Tað, sum hesi fólkini gera fyri tryggleikan hjá okkum borgarum, skal ikki takast fyri givið. Tað er millum annað teimum at takka, at vit trygt kunnu leggja høvdið á koddan um kvøldarnar. Vit vita, at tey passa uppá okkum, eisini tá onkur er komin illa fyri á fjalli ella á støðum, har teirra tænastur og hjálp eru fyri neyðini. Verði eg valdur, so steðgi eg ikki at berjast fyri teirra søk, fyrrenn tey blíva hoyrd. Tað hava tey sanniliga uppiborið!
Barnafamiljur
Tað dýrabarasta vit eiga, eru børnini. Mest heiðurfulla starv, vit á Skaparans klót kunnu hava, er at vera foreldur. Tí skulu vit, og eiga vit, at hjúkla um tey. Vit eiga at endurskoða barnafrádráttin, so millum annað barnafamiljur hava meir at liva fyri. Tey eru grundarsteinurin í einum lokalsamfelag.
Tær mammur, og teir pápar, ið hava valt at vera heima hjá børnunum (tað, sum vit á gerandismáli rópa heimagangandi), eru sannar hetjur. Tað er tíð uppá, at vit lurta eftir teimum og ikki siga teimum, hvussu tey skulu gera. Tað rakar okkum ikki ein pinn, hvussu foreldur velja at innrætta teirra gerandisdag. Verði eg valdur, ynski eg at heimagangandi foreldur verða hoyrd, hjálpt og heiðrað, fyri teirra innsats!
Ítróttur og ítrív
Sanniliga búgva vit í einum ríkum ítróttarbýi. KÍ er helst flaggskipið fyri ítróttartrivnaði í Klaksvík, men vit hava eisini onnur feløg. Talvfelagið, kurvabóltsfelagið Hávur, Klaksvíkar Róðrarfelag, Klaksvíkar Fimleikafelag, Klaksvíkar Dartfelag og fleiri onnur. Nú er løtan komin, har onnur ítróttar- og frítíðarítriv verða kraftiga uppraðfest. Skil meg rætt: Eg unni KÍ hvørja einastu krónu og hvørja einastu hjálp, men tíðin er inni, at hyggja enn meir til hini feløgini í kommununi, og hjálpa teimum at fáa bestu sømdir.
Eg eri sjálvur tilhangari av, at vit hava sokallað frítíðarkort til børn og ung – tað eigur at vera ein sjálvfylgja, í verðins bestu kommunu.
Politikkur skal ikki bara vera um prestisjuverkætlanir hjá navnstórum politikkarum. Politikkur er eisini, at gongubreytirnar eru vakrar, ruddaðar og tryggar hjá okkara borgarum at ganga á. At egningarskúrar, smábátar og økið norðuri á Stongunum, fáa allarbestu sømdir. At Klaksvíkar Svimjihøll fær eina, ella tvær sentrifugur til vát svimjiklæði, í hvørt umklæðingarrúm. At sjálvstøðug vinnurekandi eiga ein viðspælara í kommununi. Hetta eru mál, vit øll eru samd um. Og hetta kunnu vit saktans gera nakað við.
Eg vil vera tín vakthundur í Klaksvíkar býráði. Eg fari ikki at lova gull og grønar skógir. Eg vil bara tosa í eygnahædd, soleiðis at borgarin verður hoyrdur, sæddur og virðismettur. Tað skal vera kul, at búgva í Klaksvík!
Áron Vest
valevni Sambandsfloksins til kommunuvalið í Klaksvík