17. oktober 2024

Tórshavnar kommuna skal vera besta kommunan fyri ung, og framtíð teirra

Hey, eg eiti Halla, og eg eri átjan ára gomul. Eg stilli upp til kommunuvalið 2024 fyri Sambandsflokkin, tí eg meti at tey ungu mangla eina rødd.

Í gerandisdegnum gangi eg á Glasi á triðja ári, har eg eisini eri næstforkvinna í næmingaráðnum. Sum ung fari eg á val fyri tey ungu, og raðfesti tey málini, sum eru tengd at okkum! 

Hjartamál míni fevna um trivna og vælferð. Eg fari at leggja dent á bústaðarumstøðurnar, frítíðartilboðini og betri umhvørvisloysnir.  

Halla Herdalur Poulsen

valevni Sambandsfloksins til kommunuvalið í Tórshavn