17. oktober 2024

Ítróttur, mentan og vinna

Eg eiti Geir Wardum, giftur við Sólvá Eystberg, vit eiga 4 børn og 3 abba- og ommubørn.

Eg eri sjálvstøðugur vinnurekandi, hondbóltsvenjari og í míni frítíð takist eg við ross, hondbólt, stákist í summarhúsi og hugni mær við abbabørnunum og familjuni.

Eg havi valt at stilla upp, tí eg haldi eg kann gera mun og nakað gott fyri kommununa, bæði fyri bý, bygdir og fólkið, sum her býr. Fólkið skal hoyrast og takast við uppá ráð.

Míni hjartamál eru tey bleytu virðini, ítróttur, mentan og vinnumál. Vit skulu halda áfram at betra um hesi økir, so at fólkið sum her býr, skal trívast og vilja búgva her.

Vit skulu eisini halda áfram og seta fleiri pengar av til kloakviðurskiftini og viðlíkahald av ognunum hjá kommununi.

Geir Wardum

valevni Sambandsfloksins til kommunuvalið í Tórshavn