17. oktober 2024
Eg eiti Bergun Kass. Eg eri gift og eigi vaksin børn. Eg havi altíð verið politiskt og samfelagsliga áhuga. Í mínum arbeiðslívið havi eg drúgvar royndir úr peningastovni, og nakað úr almennari fyrisiting. Harumframt eri eg fyrrverandi býráðspolitikari í eina setu, eins og eg havi útbúgving og havi starvast á stovnum, sum beinleiðis hava við fólk at gera.
Eg vil tað besta fyri fólk og bý. Umframt at fáa ein politiska og umsitingarliga dagføring, soleiðis at samstarv, nýhugsan og framburður fær hægri raðfesting, so ynski eg at ganga ynskjunum hjá fólkinum á møti, og leggja alla orku í at finna loysnir á kjarnuøkjunum. Tað verið seg bústaðarøkið, barna- og eldraøkið.
Privata vinnan skal hava betri karmar, bæði við atliti til at hjálpa kommununi í uppgávum, og soleiðis, at vinnan í heila tikið fær vilja, eldhuga og umstøður til at liva og virka í býnum.
Bergun Kass
valevni Sambandsfloksins til kommunuvalið í Tórshavn