21. oktober 2024
Tórshavnar kommuna eigur at miða eftir, at staðseta røktarbústaðirnar soleiðis, at ein eisini kann eldast í tí umhvørvi, ein hevur búðleikast í alt lívið.
Tíðin er komin til at hugsa um Argir sum býling, sum bústaðarskifti, sum eldraøki, sum trivnað og loysn.
Tórshavnar kommuna skal byggja eini tríati røktarbústaðir á Argjum. Leystliga mett.
Kommunan hevur skyldu til at taka sær av sínum gomlu og í hesum føri, við røktarbústøðum, eru tær ætlaðar til tey fólkini, sum eru komin har til á lívsleiðini, at teimum tørva almenna hjálp fyri at megna gerandisdagin.
Tað vil siga, at starvsfólk á eldraøkinum ger tær metingarnar saman við fólkunum og vísa (ávísa) til røktarbústaðir.
Um tað fara eini tríati húski ella støk, í slíkar íbúðir, verða teirra hús og bústaðir tøk til onnur, eitt nú til yngri familjur og kommunan fær betra um bústaðarstøðurnar hjá fleiri aldursbólkum samstundis.
Umframt tað, at kommunan við hesari íløguni, ístaðin fyri vanliga grundøkjaútstykking, røkkur fleiri málbólkum, fær gomlu staðsetingina á Argjum at livna aftur, fær virksemi, skattakrónur og lív í bygdina í býnum.
Tá vit hava gjørt royndirnar á Argjum, og vit mugu smíða heilt skjótt, soleiðis sum støðan er á eldraøkinum – gera vit sama konseptið í býnum, mest sannlíkt tengt at verandi ellisheimum, so vit fáa gjørt nyttu av teim synergium, sum tann tættleikin kann føra við sær í tilrættaleggjan og fyriskipan hjá starvsfólkunum á eldraøkinum.
Um vit bretta upp ermar og skunda okkum, kunnu vit koma ávegis við báðum verkætlanunum í komandi setu.
Bergun Kass
valevni Sambandsfloksins til kommunuvalið í Tórshavn