28. oktober 2024

Komið øll við, komið øll við, komið nú við!

Eg vil her geva eina heilsan til øll valevni kring landið, sum tíma og hava mót til at stilla upp til bý- og bygdaráðsval.

Tað hevur stóran týdning, at vit fáa fólk inn við greiðum og visjónerum málum - eg havi í hesum sambandi eitt ynski til øll valevni.

Gott í tykkum, hugsið eisini um fólk, sum nú og framyvir, hava skerdan førleika at koma til tiltøk og til parkering og atkomu - tað kostar ikki tað stóra í meirkostnaði.

Eitt vælferðarsamfelag skal verða fyri øll!

Eg skuldi herfyri fara úr og lyfta mín koyristól 4 ferðir, fyri at koma um høgar gáttir, inn í ein so at siga nýggjan bygning.

Er tað eitt greitt mál og er tað visjónert at fáa allar føroyingar við, ja tað haldi eg, at tað er.

Eg veit, at tað ikki hevði kostað meira í krónum og oyrum, við lægri gáttum.

Gott val øll somul!

Kaj Leo Holm Johannesen

 

Mynd: Sosialurin 28.08.2024