28. oktober 2024
Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-040/2024 eftir tingskipanini § 52 a til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, frá Johan Dahl, løgtingsmann um viðfødd brek í munninum hjá ávísum føroyskum ungdómum
Fyrispurningurin er orðaður soleiðis:
Svar:
Persónar kunnu í dag, undir ávísum treytum, fáa stuðul til tannviðgerðir sambært § 29 í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur og § 14 í kunngerð um hjálparráð.
Allar veitingar og tænastur eftir løgtingslógini eru tó treytaðar av, at persónurin uppiheldur seg í Føroyum. Hetta merkir heilt einfalt, at ein persónur, fyri at hava rætt til veitingar og tænastur, skal búgva og vera til staðar í Føroyum. Ein ungdómur, sum er fluttur uttanlands í lestrarørindum, lýkur ikki hesa treytina.
Landsstýrisfólkið kann sambært § 6, stk. 1, 2. pkt. í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur áseta reglur um, hvørjar tænastur og veitingar fyribils kunnu veitast í øðrum landi og undir hvørjum treytum. Landsstýrisfólkið kann við øðrum orðum gera undantak til meginregluna um, at tú skalt búgva og vera staddur í Føroyum fyri at kunna móttaka almannaveitingar og tænastur.
Undantøk eru í dag ásett í kunngerð nr. 225 frá 28. desember 2020 um veitingar til persónar, ið eru staddir uttanlands. Kunngerðin ásetur í § 1, at fylgjandi persónar hava rætt til veitingar sambært almannalógini, hóast teir eru staddir uttanlands:
Persónar, sum eru fluttir uttanlands í lestrarørindum, koma ikki undir nakað av hesum undantøkum.
Um heimildarásetingin skal víðkast, er neyðugt at broyta løgtingslóg um almannatrygd og tænastur. Talan er um at bróta við týðandi meginreglur, um hesir persónar skulu kunna taka rættin við sær, tá teir flyta uttanlands í lestrarørindum.
Eg ætli mær tó at fáa kannað, um tað ber til at gera undantøk í heilt serligum førum, har serlig atlit eru, og hvørjar avleiðingarnar av hesum eru.
Almanna- og mentamálaráðið, 26. oktober 2024
Sirið Stenberg
landsstýriskvinna