06. november 2024
Eg kann koma við enn fleiri dømun, og sum foreldur, kann tað verða óalmindiliga troyttandi, framvegis at lesa og hoyra um børn, sum hvønn dag ikki megna skúlan, men tað hendur lítið til onki á økinum.
Hóast landið eigur lóggávuna, so eigur kommunan ábyrgdina av skúlaskipanini.
Børn við skúlaaftran eru ikki børn, sum ikki tíma skúlan, ella sum eru sínir egnu harrar, men tað eru børn, sum bæði fáa kropslig og sálarlig árin av at fara í skúla. Tey verða ofta misskilt fyri at verða dovin, óuppdrigin osfr.
Vit kundu ikki fari meira skeift. Ímynda tær, at tú hvønn dag skuldi møta upp á eitt arbeiðsplássi, sum tú ikki treivst á? Vit høvdu funnið annað starv, har umhvørvi og pláss var fyri, at vit vóru sum vit nú eru. Hetta kunnu børn tó ikki, og foreldur kunnu ikki bara flyta børnini, tí skúlalógin er tann sama, líkamikið skúla.
Fólkaskúlin er fyri øll. Hetta hava vit roynt at fortalt okkum, men veruleikin er, at øll megna ikki fólkaskúlalógina undir teimum umstøðum, tey hava. Vit hava nógv góð fólk á økinum. Alt frá lærarum til foreldur, sum hvønn dag stríðast fyri at fáa skapt tær neyðug umstøðurnar. Men tað er neyðugt, at vit sum kommuna skapa tað umhvørvi, sum er neyðugt, skal hetta hava ein møguleika.
Sum kommuna eiga vit eisini eina ábyrgd av, at børn við skúlaaftran fáa eitt nøktandi tilboð, ella eitt umhvørvi, sum er meira rúmligt. At vit sum kommuna skipa skúlaøkið ørvísi enn í størri eindir, og at vit hava onnur tilboð, tá barnið ikki megnar skúlaskipanina, fyri at barnið ikki missur tað sosiala.
Vit eiga eina ábyrgd.
Breddin : Skúlaaftran - neyðugt er at broyta fólkaskúlan 17/03-2023
Lærarafelagið : Skúlaaftran - ein avbjóðing hjá okkum øllum 29/03-2023
https://www.lararafelag.fo/sk%C3%BAlaaftran-ein-avbj%C3...
Anita Heinesen
valevni fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar kommunu.