04. august 2022

Ókeypis sálarhjálp til ung heldur fram

Í dag samtykti eitt einmælt løgting eina eykajáttan, sum millum annað tryggjar, at royndarskipanin við ókeypis sálarhjálp til persónar millum 15-35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi, kann halda fram.
 
Royndarskipanin við ókeypis sálarligari viðgerð til ung varð sett í verk á heysti 2020. Tó er játtanin uppi og virksemið er tískil steðgað. Eykajáttanin tryggjar, at royndarskipanin kann leingjast.
 
- “Royndarskipanin hevur verið ein stór success higartil og eingin prísur er ov høgur at gjalda, tá okkara ungu hava ilt í sálini. Tað er av størsta týdningi, at tingið í dag hevur tikið undir við eykajáttanini, soleiðis, at tey ungu, sum enn ikki hava fingið ta hjálp teimum tørvar, ikki blíva slept,” sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.