27. februar 2022
Tað er nakað, sum bendir á, at stóri búskaparvøksturin síðstu 10 árini, hevur verið samfelagnum til stórar bygnaðarligar skaðar. Vit kunnu ikki longur ignorera trupulleikar og avbjóðingar í samfelagnum, sum krevja nakað av politisku skipanini, m.a. fremja bygnaðarbroytingar og reformar
Er vøkstur = framburður?
Mantraði í nútíðarsamfelagnum er vøkstur, og serliga búskaparvøkstrinum eru vit sera upptikin av. Nú hava vit so modererað hetta hugtak til at skula eita ”burðardyggur vøkstur” - nakað, sum er meira politiskt korrekt, uttan at vita, hvat hetta í veruleikanum merkir.
Vit trúgva veruliga upp á, at um vit ikki hava ein stóran búskaparvøkstur, so koma vit ikki at hava ráð til framhaldandi at útbyggja og menna okkara vælferðarsamfelag.
Vit hava start okkum so blind upp á kvantitativa vøksturin (mongd x prís), at hann skuggar fyri møguleikanum at hugsa nýtt og øðrvísi, soleiðis at vit kunnu fáa ein meira kvalitativan vøkstur, sum er grundaður á vitan og gransking og ta virðisøking, sum kemur frá slíkum virksemi.
Eru vit so blindaði av kvantitativa vøkstrinum, at vit ikki longur duga at hugsa út um boxina, um at vit kunnu gera tingini øðrvísi, so at skipanirnar blíva betri, effektivari og bíligari at reka fyri tað føroyska samfelagið - fáa meira fyri minni.
Halda vit veruliga, at um bara heilsuøkið, almannaøkið ella mentanarøkið fáa eina nógv hægri játtan á fíggjarlógini, ja so blívur alt nokk gott og øll blíva nøgd.
Eg haldi, at tíðin hevur mótprógvað hesum uppáhaldinum í ólukkumát, tí nøgdsemið í okkara skipanum tykist at kunna liggja á eini sera lítlari og smalari hyll, tí øll meta seg at verða fyri vanbýti. Eftirspurningurin eftir ókeypis almennum tænastum er í veruleikanum óendaligur ella ómettiligur.
Kvalitativur vøkstur serliga viðkomandi fyri eitt fiskivinnusamfelag
Sum teimum flestu kunnugt, so byggir okkara samfelagsbúskapur í høvuðsheitum á tilfeingisvinnur, tvs. vit framleiða og útflyta fiskavørur frá fiskiveiðu og aling til útlendskar marknaðir - og hesin útflutningur fyllir næstan 100% av samlaða útflutninginum.
Men mongdirnar á rávøru, sum vit kunnu veiða og framleiða kunnu sveiggja sera nógv samstundis sum prísir á td. fiski og olju eisini kunnu sveiggja nógv. Vit eru eftir hesum sera nógv tengd at hugsa og virka í mongd ella kvantitativt - heinta-mentan og mongd-mentan.
Vøksturin elvt til bygnaðarligar skaðar
Eg eri bangin fyri, at stóri búskaparvøksturin síðstu 10 árini, hevur verið samfelagnum til stórar bygnaðarligar skaðar.
Ovurstóri búskaparvøksturin hevur gjørt, at vit bara hava oyst 100-tals milliónir inn í skipanirnar, sum kompensatión fyri vantandi nýhugsan, á so at siga øllum økjum.
Pengaríkiligheitin hevur eisini elvt til slendrian og líkasælu, herundir bara fremja lættastu og dýrastu loysnirnar. Hvat viðvíkur lógaruppskotum, sum eru løgd fyri tingið higartil í teimum trimum tingsetunum, so er næstan onki lógaruppskot útreiðslu-neutralt.
Vit hava í nógv ár valt at gjalda okkum burturúr øllum trupulleikum, avbjóðingum og loysnum.
Vit verða noydd at broyta hugburð og hugsanarhátt
Vit verða noydd at hugsa um, hvussu vit skipa og innrætta okkara samfelag - heilt einfalt tí trøini framvegis ikki vaksa inn í himmalin við vøkstri og pengum
Kunnu vit t.d. siga, at okkara almannaøkið ikki kundi sæð øðrvísi út enn tað ger ídag, har tað í høvuðsheitum er skipað eftir útlendskum leisti? Sjálvandi kundi tað tað, um vit høvdu sett okkara egnu standardir fyri, hvussu vit skipaðu økið.
Eigur tað ikki at vera munur á, hvussu vit skipa eitt lítið oyggjasamfelag og eitt samfelag, har tað búgva milliónir av íbúgvum? Jú, sjálvandi eigur tað tað.
Sama spurning kunnu vit seta til, hvussu vit hava skipað okkara eldraøkið, undirvísingarøkið, barnaverndarøkið, barnaansingarøkið, heilsuøkið, psykiatriina, rehabiliteringina oa.
Hava vit gjørt tingini rætt, ella hava vit bara gjørt tingini, eftir nøkulunda sama leisti, sum mann ger aðrastaðni - copy and paste.
Lat okkum taka eitt annað dømi. Vit byggja í dag nógvar tunlar eftir norskum standardum. Vit hava bygt tunlar í Føroyum í 60 ár. Hvussu ber tað til, at vit ikki hava funnið útav at gera ein føroyskan standard fyri, hvussu vit skipa okkara tunnilsbygging? Er tað ov trupult? Ella er tað bara lættari at kopiera frá øðrum?
Vit verða tvungin til bygnaðarbroytingar og reformar
Tað eru nógv tekin um, at vend má koma í politiska arbeiðið at framtíðartryggja okkara vælferðarsamfelag.
Vit kunnu ikki longur ignorera trupulleikar og avbjóðingar í samfelagnum, sum krevja nakað av politisku skipanini.
Vit fara heilt einfalt ikki at hava fíggjarliga orku at halda fram við núverandi samfelagsbygnaði og skipanum, ella halda fram við at kompensera við pengum ístaðin fyri at fremja neyðugar reformar - og samstundis varðveita og menna okkara vælferðarsamfelag.
Erhard Joensen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin