13. oktober 2022
Ríkisfelagsskapurin skal styrkjast fyri at geva føroyingum uppaftur fleiri møguleikar - bæði heima, í ríkisfelagsskapinum og á altjóða pallinum
Formaðurin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, stillar upp til fólkatingsvalið.
Hann er ein av fremstu profilum í flokkinum, og sum løgmaður kann hann vísa á ítøkilig úrslit, ið menna ríkisfelagsskapin. Cpr-nummarið og tættari samstarv í ríkisfelagsskapinum ígjøgnum nýstovnaða samstarvsráðið eru dømi um hetta.
- Ríkisfelagsskapurin veitir okkum trygd, verju og góðar møguleikar at menna okkum. Í komandi árum skulu vit styrkja ríkisfelagsskapin fyri at geva føroyingum uppaftur fleiri møguleikar - bæði innanlendis og uttanlendis - í tøttum samstarvi við Danmark, Grønland og restina av Vesturheiminum, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, varð føddur 16. apríl 1972 og vaks upp í Vestmanna.
Hann er útbúgvin grannskoðari, og í sínum dagliga yrki hevur hann fyri tað mesta arbeitt sum fíggjarstjóri í miðalstórum fyritøkum - fyri ein stóran part í altjóða samstarvi. Eisini hevur hann røkt fleiri nevndarsessir í privatu vinnuni. Hann hevur altíð verið við í ítrótti - serstakliga í hondbólti og kappróðri - og hann hevur verið politiskt virkin frá ungum árum.
Bárður á Steig Nielsen var fyrstu ferð valdur á Føroya Løgting í 2002, og hann hevur at kalla starvast í politikki síðani - undantikið tíðarskeiðið 2008-2011, tá hann tók við nýggjum avbjóðingum í vinnulívinum.
Hann stillaði uppaftur á løgtingsvalinum 2011 og hevur havt sæti á løgtingi í tilsamans 17 ár. Bárður á Steig Nielsen hevur havt nógv álitisstørv í politikki. Hann var m.a. formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar og limur í Rættarnevndini 2002-2004. Árini 2004-2007 var hann landsstýrismaður í fíggjarmálum. Eftir løgtingsvalið 29. oktober 2011 var hann valdur til formann í Fíggjarnevndini, umframt at hann var limur í Uttanlandsnevndini.
Bárður á Steig Nielsen var valdur til formann í Sambandsflokkinum 24. oktober 2015, og hann hevur verið Føroya løgmaður síðani 14. september 2019.
- Sambandsflokkurin er einasti flokkur, ið tekur fult undir við ríkisfelagsskapinum. Vit eru heimsins frælsasta fólk í heimsins besta landi, og hetta er vert at varðveita og menna, er Bárður á Steig Nielsen sannførdur um.
- Sambandsflokkurin sær tað sum sína fremstu ábyrgd at skapa tryggar samfelagskarmar og tryggja komandi ættarliðum eitt trygt og væl útbygt samfelag. Vit skulu hava smidligar skipanir millum londini í ríkisfelagsskapinum, sum eisini er okkara lopfjøl út í heim, sigur løgmaður.
Á hesum politiska grundvølli bjóðar Bárður á Steig Nielsen seg fram at umboða Føroyar á Fólkatingi.
Sambandsflokkurin