17. oktober 2022
Í januar í ár, kom eg alment fram við einum uppskoti um, at vit brúka styrkirnar í Ríkisfelagsskapinum fult út og konstruktivt, í samband við fígging av okkara infrakervi.
Og tað er hugaligt at síggja, at nú eru tað fleiri, bæði í Sambandsflokkinum og øðrum flokkum, sum hava tikið hugskotið til sín, og ætla niður á Fólkating, at arbeiða fyri júst tí sama hugskotinum.
Her hugsi eg serliga um at fíggja risaíløguna, sum stendur fyri framman “Suðuroyartunnilin”, sum sannlíkt fer at krevja eina lánifígging uppá einar 3 til 3,5 mia. kr. Hendan íløgan kann bara í minni mun fíggjast við brúkaragjaldi, um tað yvirhøvur gevur meining at tosa um brúkaragjald.
Grundin til, at tað gevur góða meining at brúka dansk statslán sum fígging er, at danski staturin hevur bestu rating yvirhøvur AAA, sum gevur lægstu rentu.
Og lægsta renta gevur lægsta kostnað fyri Landskassan og harvið okkum øll.
Hetta er ein møguleiki, sum vit skulu fara eftir, tí innihaldið í Ríkisfelagsskapinum eigur at vera, at partarnir hvør í sínum lagi, bjóða inn við styrkjunum hjá hvørjum øðrum.
Vit tosa ikki um eina gávu, men um fígging, har tveir partar í Ríkisfelagsskapinum hjálpa hvørjum øðrum við, at annar kann trekkja uppá styrkirnar hjá hinum, og har báðir partar hava strategiskan og fíggjarligan fyrimum av tí.
Føroyar koma við nógvum í Ríkisfelagsskapinum.
Okkara strategiska geopolitiska staðseting í heiminum hevur stórt virði fyri Danmark, og sama ger seg galdandi fyri Grønland. Og hetta hevur kanska ongantíð verið so eysæð sum júst í hesum tíðum, har altjóða kreppurnar standa í kø.
Erhard Joensen
valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið