23. oktober 2022
Sambandsflokkurin stendur fyri tryggleika, frælsi og menning í ríkisfelagsskapi við Danmark og Grønland. Vit eru heimsins frælsasta fólk í heimsins besta landi
Fólkatingsvalið snýr seg um tryggleika og samanhald, og Sambandsflokkurin vil gera alt fyri at halda hesa tryggu kós, sum gevur frælsi og møguleikar í einum vælvirkandi samstarvi við Danmark og Grønland.
Hóast londini í ríkisfelagsskapinum onkuntíð eru ósamd um viðurskifti, har áhugamálini ikki eru tey somu, so finna vit loysnir og tillaga okkum. Yvirskipað loysir tað seg best fyri allar tríggjar tjóðirnar at standa saman á altjóða pallinum. Vit skulu áhaldandi finna smidligar loysnir og beina markaforðingar av vegnum.
Føroyingar eru vit, óansæð um vit eru innanfyri ella uttanfyri ríkisfelagsskapin. Hetta snýr seg ikki um, hvørt føroyski tjóðskapurin er hóttur, soleiðis sum ávísar ræðumyndir vera málaðar. Nei hetta snýr seg um, hvørjum størri samanhangi føroyska tjóðin vil vera partur av í einum tíverri alsamt ótryggari heimi. Tí eiga vit at síggja hesi viðurskifti meira yvirskipað.
Tað gav t.d. onga meining at arbeiða ímóti cpr-nummarinum til føroyingar – eitt mál, sum Sambandsflokkurin var við til at loysa fyri at lætta um hjá vanliga borgaranum. Tað var eisini meiningsleyst at vísa Novo Nordisk frá sær, tá henda altjóða fyritøka – við sínum uppruna í Danmark – bjóðaði sær til at stovna eina Steno-miðstøð í Føroyum til gransking á høgum støði innan sukursjúku. Hetta var eisini eitt mál, sum Sambandsflokkurin loysti, eftir at undanfarna samgonga hevði vent Novo Nordisk í hurðini.
Hetta kjakið eigur heldur ikki at fara so lágt sum at mótmæla danska stuðlinum til Føroya Arena ella takka nei, tá krúnprinsahjúnini bjóðaðu sær til at geva nýggja Landssjúkrahúsinum eina listagáva.
Nevndu dømi vísa, hvussu loysingarfólk, sum nú standa í kø fyri at vera vald inn í Fólkatingið, royna at forða fyri góðum samlagi millum Føroyar og Danmark. Við slíkum hugburði fæst ongin menning.
Sambandsflokkurin arbeiðir hinvegin fyri, at vit hava smidligar skipanir millum londini í ríkisfelagsskapinum, har tað skal vera lætt at flyta seg runt og búleikast.
Ríkisfelagsskapurin er eisini ein lopfjøl hjá okkum út í heim, har vit umvegis danska ríkisborgararættin fáa atgongd til ES-skipanir. Og saman við Danmark og Grønlandi í NATO eru vit væl vard sum ein sjálvsagdur partur av Vesturheiminum.
Far á val og gev Sambandsflokkinum tína atkvøðu á fólkatingsvalinum 31. oktober.
Bárður á Steig Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum