24. oktober 2022
Vit hava í áratíggjur hoyrt um, hvussu trupult tað er hjá okkara ungu at fáa íbúð ella ansingarpláss til teirra børn, tá tey fara til Danmarkar í lestrarørindum.
Tey eru ofta farin úr Føroyum uttan nakra trygd fyri at fáa íbúð til ungu familjuna ella ansingarpláss til barn teirra. Hetta tí, at tað er neyðugt, at mann er borgari í danskari kommunu, áðrenn tú kann fáa íbúð ella ansingarpláss.
Føroyskar familjur vórðu tí noyddar at fara niður til Danmarkar at søkja um íbúð og ansingarpláss. Í meðan tey bíðaðu eftir svari, vórðu tey ofta noydd til at búgva hjá familju, vinum ella kenningum. Hetta er ein sera strævin og hørð byrjan uppá tilveruna í einum fremmandum landi og ikki minst ein strævin byrjan uppá hægri lestna.
Vegna gott og semjusøkjandi arbeiði av Sambandsflokkinum á Fólkatingi og tætt samstarv millum føroysku og donsku stjórnina, bleiv lógaruppskoti um CPR-nummar og danskt NemID til føroyingar samtykt í 2020.
Hetta, ger tað møguligt hjá føroyingum at lima seg inn í eina danska kommunu og fáa ansingarpláss til lítla barnið. Alt meðan tey enn eru í Føroyum. Hetta kann einans gerast, tí at tey hava CPR-nummar og eitt danskt NemID at søkja ígjøgnum.
Byrjanina hjá okkara ungu familjum, ið fara útum landoddarnar at finna flogið og førning at hava við sær heim aftur, gerst heldur lættari og minni stressandi - og tað hava tey so sanniliga eisini uppiborið.
Vit fara framhaldandi at arbeiða fyri góðun samstarvi og góðum loysnum á Fólkatingi - Føroyum og føroyingum at frama.
Sámal Hanni Lognberg
valevni fyri Sambandsflokkin