28. oktober 2022
Tað eru oftani tey smáu persónligu dagligdagstingini, sum gleða okkum menniskju og okkum valevni - tað kom ein ungur maður til mín og segði, at eg skuldi hava hansara atkvøðu hesaferð.
Hann var ikki sambandsmaður, men hann vildi geva eitt herðaklapp til mín fyri politiska innsatsin innan diabetes. Hann hevði sjálvur diabetes og hugsaði um ætlaðu Steno Diabetesmiðstøðina í Føroyum.
Eg segði honum, at tað var nógvum góðum fólkum fyri at takka.
Eg takkaði honum sjálvandi fyri persónliga stuðulin til mín og ynskti honum alt gott - tú blívur eitt sindur rørdur og eisini glaður.
Kaj Leo Holm Johannesen
valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið