02. november 2022
Vit í Sambandsflokkinum ynskja at takka øllum 8198 sum valdu at seta krossin við Sambandsflokkin hetta fólkatingsvalið.
Sum ein hava vit staðið saman tær seinastu vikurnar, og veljarafeløg og sjálvboðin hava veruliga tikið eitt tak fyri flokkin um alt landið. Hetta hevði ikki borið til uttan tykkum!
Vit eru eyðmjúk og takksom fyri, at veljarin hevur givið Sambandsflokkinum eina dyggja álitisváttan hetta fólkatingsvalið. Øll okkara valevni fingu yvir 100 atkvøður og ikki minst, fekk Sambandsflokkurin enn eina kvinnu á Fólkating.
Hjartaliga tillukku Anna. Hóast vit í flokkinum ikki ivaðust í tínum dygdum og at tú fórt at klára teg væl, høvdu vit ikki torað at droymt um eitt so flott úrslit, men hetta hevur tú uppiborið. Tú ert ein veruligur kempari og vit gleða okkum at fylgja tíni gongd á Christiansborg. Hetta er søguligt!
Sambandsflokkurin