11. november 2022

Í starvsvenjing hjá Sambandsflokkinum

Bjarni Reynagarð Joensen, sum er úr Tórshavn og gongur í Eysturskúlanum í 9. flokki, var í gjár hósdagin 10. november í starvsvenjing hjá Sambandsflokkinum. Hann er glaður fyri at hava fingið høvið at fáa vitan um Sambandsflokkin og politiska arbeiðið í flokkinum

Tað er týdningarmikið og sunt, at ungfólk fáa høvið at royna seg á arbeiðsmarknaðinum og harvið fáa innlit og eina fatan av, hvussu eitt arbeiðspláss virkar - í hesum føri eitt vitanartungt arbeiðspláss í politisku skipanini.

Spennandi og áhugaverd arbeiðspláss

Bjarni hevur verið í starvsvenjing á Løgtingsskrivstovuni og Løgmanskrivstovuni, og síðan ein fyrrapart á floksskrivstovuni hjá Sambandsflokkinum á Gamla Apoteki.

Hann heldur, at tað hevur verið áhugavert at hoyra um, hvussu samfelagið í høvuðsheitum er skipað og hvussu politiska skipanin við ymsu politisku flokkunum leiða og stýra samfelagnum - hetta umvegis lóggávu, reglur og umsiting innan tey ymsu málsøkini.

Sambandsflokkurin

Myndin er tikin í fundarhølunum hjá Sambandsflokkinum á Gamla Apoteki:

Frá vinstru Reidar Nónfjall, floksskrivari og samskipari, Bjarni Reynagarð Joensen, starvsnæmingur og Linnéa L. Petersen, samskifti og miðling.