22. november 2022
Hvat hava tit avrikað politiskt? Gev mær nøkur dømi!
Soleiðis segði ein við meg nú ein dagin. Viðkomandi spurningur, nú krossurin enn einaferð skal setast.
Í eini samgongu er tað soleiðis, at vit eru saman um at fremja úrslit - løgtingsfólk og landsstýrisfólk.
Fyri at gera stutt av, so velji eg at koma við nøkrum avrikum, sum eru framd á umhvørvis- og vinnuøkinum seinastu trý árini.
Eg kann nevna:
- Veðurlagspolitikkur v/tíðarfestari virkisætlan er samtyktur í mai í ár
- Málið við pumpuskipanini er avgreitt
- Munandi øking av vindorkuframleiðslu (Ein gott og væl trífalding)
- Tríggjar orkuvatnætlanir við flógvum vatni úr undirgrundini verða framdar
- Semja við SEV um ymiskar tættir á orkuøkinum
- Peningurin (uml. 10 mió.) í Frítíðargrunninum brúkast til gransking í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum
- Veitt arbeiðsmarknaðinum lættari/smidligari atgongd til arbeiðsmegi
- Bøtt um starvsviðurskifti hjá sjófólki í samandi við sjúkrarøkt, sjórán o.a.
- Broytt reglurnar fyri sundurbýti av eldri bygningum í eigaraíbúðir. (Verður lættari/smidligari at sundurbýta. Viðførir møguleikar fyri fleiri eigaraíbúðum, t.v.s. kann bøta um bústaðartørvin)
- Lóg, sum heimilar okkum at taka ímóti flóttum frá Ukraina (Fyrstu ferð í Føroya søgu)
- Stuðul veittur til tríggjar verkætlanir á landbúnaðarøkinum - til framburð og nýmenning
- Barsilstíðarskeiðið longt úr 48 vikum upp í 52 vikur
- Bygningur til Sjóvinnustýrið - verður liðugur í 2023. Staðsettur í Vágum.
- Fimm taraloyvi latin
- Dagføringar av fíggjarlóggávu
- Dagføringar av grannskoðaralóggávu
- Broytt marknaðarføringslógina, so Brúkaraumboðið fær heimild at vera bólkaumboð í rættarmálum
- Broytingar í alilóggávu: Tilbúgvingarætlan fyri slopnan laks + smidligari at flyta laks millum Suðuroy og Eysturoy (kunngerð)
Eg kundi nevnt nógv afturat, tí umframt hetta øki, so er fleiri onnur málsøki, har nógv er framt í verki seinastu trý árini, t.e. lógarmál, fíggjarmál, samferðslumál, heilsumál, uttanríkismál, skúla- og mentamál, fiskivinnumál og almannamál.
So samgongan hevur avgreitt heilt nógv mál, men tað merkir ikki, at komið er á mál, men vit gleðast um tað, sum gjørt er.
Meiri kemur seinni um, hvat vit ynskja at fremja framyvir.
Ein atkvøða til Sambandsflokkin - hon fer væl!
Magnus Rasmussen
valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið