27. november 2022
Excel-arkið gongur ótrúliga væl upp, upphæddinar spæla væl saman og kolonnurnar gera ikki vrøvl.
Men hvat sker nú, nú gongur praksis ikki upp, her riggar onki, kolonnurnar tosa ikki saman, upphæddinar ganga als ikki upp, her er snøgt sagt kaos.
Soleiðis kann tað ganga, tá feil 40 ikki veit, at eitt excel-ark passar seg væl eftir tær, hvat tú ynskir og ikki. Tá excel-arkið skal útførast riggar ikki, tí man ikki hevur megnað at sæð menniskja.
Tá tú yvirtekur eitt arbeiði, so tilpassar tú tað, eftir hvat tú vilt og hvat tú følir best.
Trupulleikin er at, tá tú gerst sjúkur, so kemur ein annar inn, hann kanska als ikki skilur tín arbeiðshátt, og tí broytir hann, soleiðis at hann kann arbeiða víðari ella liggur tað og bíðar til tú kemur aftur.
Excel-arkið riggar ikki, tá vit eru menniskju, ella tá vit ikki megna, at síggja allar møguligar avbjóðingar, sum kunnu uppstanda av hesum ella hasum.
Hetta manglar ovast upp, eina vitan um, hvussu rigga tingini vit seta í verk, fyri tey sum skulu nýta tað. Í dag kunnu vit heilt greitt siga, at excel og praksis ikki hongur saman!
Vit noyðast at fáa hesa vitan, sum brúkarin hevur við, tá lógir og annað verður gjørt, vit noyðast at fáa implementera lógarverki, heilt niður til tann, sum skal hjálpa brúkaranum.
Vit noyðast at syrgja fyri, at lógarverkið verður útført sum ætla var, og um vit síggja at tað ikki er, so mugu vit traðka til og ikki venda blinda eyga til.
Vit noyðast at skipa almannaøki betur, soleiðis at vit tryggja, at okkara lógarbygging, hevur rætta úrslit, og við at fáa implementera lógarverkið niðureftir í skipanini tryggja vit, at allir brúkarir fáa sama rætt til hjálp!
Anita Heinesen
valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið