29. november 2022
Vit skulu vera ógvuliga varin við at leggja tilfeingis-/tøkugjøld og skattir á vinnulívið. Tó er tað soleiðis, at bara nakrir fáir aktørar hava tann framíhjárætt at hava fiski- og aliloyvir.
Hetta ger, at hjá teimum, har tað gongst væl, er neyðugt at gjalda aftur til samfelagið fyri loyvini.
Hyggja vit eftir alivinnuni, so eru tað ikki nógv ár síðani hon lá í andaleypi við tíggjutals loyvum. Í dag eru bara trý feløg, ið hava øll loyvini, og eiga hesir tí rættin til allar Føroyar at ala laks í. Tá vit kunnu staðfesta, at hesar tríggjar fyritøkurnar eru sera væl riknar og forvinna nógvan pening, er tað ikki meira enn rímuligt, at tær eisini gjalda fyri loyvini.
Gjaldið má vera ein partur av vinninginum. Jú meir alifyritøkan vinnur, meira kemur í landskassan. Hinvegin, tá tíðirnar eru verri, kemur minni í landskassan.
Tøkugjaldið hjá alivinnuni er áleið 20% av vinninginum. Tilfeingisgjaldið hjá uppisjóvarvinnuni er næstan 60% av vinninginum.
X við
Pole J. Hansen
valevni á lista B