29. november 2022

Hevur familjan tað gott, so hevur vinnan tað eisini gott

Familjur

Tryggleikin hjá einari familju er, at man hevur tak yvir høvd og mat í munnin. Man hoyrir nógvar politikarar siga, at um vinnan hevur tað gott, so hevur fólkið tað gott - her eri eg ikki heilt samdur. Tað hevur eisini stóran týdning, at fólk hava tað gott í okkara vælferðarsamfelag, sum aftur ávirkar trivnaðin á arbeiðsplássunum positivt.

Eitt av mínum hjartamálum er at fáa sett í verk, at tað skal vera møguligt at fara í læru sum vaksin og ikki blíva raktur av lágu lærlingalønini.

Sambandsflokkurin fer at hækka barnafrádráttin við 2000 kr. og soleiðis fíggjarliga styrkja barnafamiljurnar.

Felags foreldramyndugleiki

Tey seinastu 4 árini havi eg roynt at tryggja felags foreldramyndugleika, sum kemur í gildi 1. januar 2023. Og tað er eitt stórt stig tann rætta vegin, tó eru nakrir trupulleikar. Men teir eru ikki størri enn so, at man kann gera onkrar smáar rættingar, eitt tað fyrsta, sum má gerast, er at man ikki skal kunna stevna mammu/ pápa eftir at hava fingið felags foreldramyndugleika, hetta leggur upp til klandur og tí eiga rættingar at gerast.

Martin Drangberg

valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið