30. november 2022

Keisarin er nakin

Í sambandi við tjóðskaparligar spurningar og loysing, er keisarin nakin.

Borðreitt verður í snildum til kenslur, men viðurskifti eru ikki burðardygg og haldfør og fara at laga niður tað vælferð, sum vit í góðum sambandi og tøttum samstørvum hava bygt upp.

Tí tíðirnar eru so nógv øðrvísi, verðin so nógv nærri og snýr tað seg tí ikki um loysing - men um samband og at fáa tað besta burturúr her heima og altjóða.

Vit eru nógv meira fræls, bæði sum einstaklingar og tjóð í størri felagsskapi og í felagsskapi við land, sum hevur betri skipað viðurskifti og betri skipað tilboð á øllum økjum, enn vit hava tað.

Og vit kunnu kenna so nógvan tjóðskap sum vit vilja tað sjálvi, ja, vit kunnu eta ræst kjøt hvørt kvøld, ella vit kunnu kvøða og dansa og vit kunnu ganga fjøll.

Og vit eiga at fevna breiðari um mentan og list - virða og viðurkenna økini við nógv størri játtanum á fíggjarlógini og í størri mun gleðast og fjálga um okkara mentanarligu spírar og alt okkara fólk, sum arbeiðir við mentan og list, ja, bæði frá máli til tónleik og øllum har ímillum. Lyfta hesi upp úr armóð á tað støði, sum eyðkennir eitt fólk við virðing fyri sær sjálvum.

--

Eins og vit á flestu samfelagsligum økjum hava rætt til at ráða og skipa okkum sjálvi.

Einki av hesum er treytað av loysingini.

Og vit síggja okkara hondbóltshetjur verða seldar úr einum landi í annað, umrøddar sum føroyingar, bæði altjóða og á danalandi, ikki tí danir ogna sær hetjurnar, nei, tær eiga vit og fleiri frøast saman við okkum. Eins og vit eiga flaggið.

So tað er einki til hindurs fyri at menna tjóðskaparliga leikvøllin - og tað skulu vit leggja stóra orku í.

Eg fari eisini at loyva mær at spyrja í hvønn mun henda tjóðskaparliga tvístøða, hvørt vit skulu verða í ella uttanfyri ríkisfelagsskapin, hevur kostað okkum á fleiri økjum.

Eitt nú, at danir ikki geva okkum tann ans, ta viðgerð og umrøðu í ráðum og nevndum, sum í størri mun gagnaði okkum, orsakað okkara tvístøðu til ríkisfelagsskapin.

Og sum hvørki blívur til egg ella unga, men órógvar í politiskum arbeiði, í samstarvi við onnur lond, í handilsavtalum, í stórrakstrarfyrimunum og nógvum øðrum, sum vit áttu at havt nógv størri gleði og gagn av.

Eisini fari eg at ditta mær at spyrja, um hesin hugburður til loysing og vald meira talar til menn enn til kvinnur, tí valdið í sjálvum sær hevur ligið hjá monnum. Meðan kvinnur, hinvegin, í størri mun hugsa smálutir, at viðurskiftini ganga upp í størri heildir og gagna øllum.

Og tá hugsi eg um kvinnur, ið hava aðrar ambitiónir, enn at líkjast monnum.

Gevið okkum dirvi til at bróta úr ‘politiskt korrekta’ hópinum og viðurkenna, at politiski keisarin er nakin.

Stuðli tjóðskapi í lívsdygd og frælsi.

Bergun Kass

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið