01. desember 2022
Vit hava nógv børn, ung og eisini vaksin, sum hava álvarsligar mál- og samskiftistrupulleikar, antin tí tey eru deyv, hava niðursetta hoyrn, blind, sjónveik, lesi- og skriviveik og tal- ella orðblind.
Fleiri hava eisini aðrar samansettar avbjóðingar at dragast við, mistanka um, ella hava fingið staðfest ADHD, autismu, angist menningartarn osfr. og nøkur skilja ikki føroyskt.
Børn við málmenningaravbjóðingum kunnu fáa hjálp umvegis Sernám í dagstovni.
Nøkur fá fáa Karlstadsvegleiðing gjøgnum Sernám, umvegis neti frá veitara úr Danmark.
Eingin almenn tænasta er til tey, sum hava fingið CI-Cochlear implat, tí mugu børn saman við foreldrunum av landinum, fleiri ferðir um árið, at fáa undirvísing.
Nøkur vaksin velja sjálvi at gjalda, fyri at fáa hjálp frá privatum veitara her heima, onnur fáa onga hjálp. Dagstovnar og skúlar mugu gjalda fyri at senda starvsfólk á skeið uttanlands.
Fleiri kundu fingið gagn av læra at brúka forrit, sum lesi og skrivistuðul, og CD orð, men her manglar at fáa føroyskt tilfar talgilt.
Her síggja vit enn einaferð fleiri skipanir, og samstundis hava vit heldur ikki tey hagtøl vit hava brúk fyri á einum staði. Hetta eigur at gerast betri.
Áðrenn ein er komin í helvt at lesa hetta er lætt at síggja, at alt hetta er ein peruvellingur, tað detta ov nógv niðurímillum og vit hava ikki eitt yvirlit. Her má ruddast upp, ein myndugleiki skal hava ábyrgdina av økinum, so vit hava eina lætta og smidliga skipan, so tað eisini er lættari at ráðgeva og samstarva við aðrar myndugleikar.
Spurningurin er so, um vit hava øll tey fakfólk, sum skulu til. Ja, tað hava vit avgjørt. Vit mugu sjálvandi gagnnýta allar tær fakligheitir vit hava í landinum.
Heldur enn at senda fólk av landinum, skal sáttmáli gerast við Heilsutrygd, soleiðis at vit fáa eina win-win støðu fyri allar partar.
Rósa Samuelsen
valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið