02. desember 2022
Teir vinstravendu flokkarnir lova tvey vinnulig átøk: (1) at sleppa veiðirættindum okkara í Barentshavinum og (2) at brandskatta tilfeingisvinnuna. Báðar hesar vinnur skapa nógv virksemi og breyðføða hundraðtals familjum, serliga í norðurøkinum, og tí fara hesi átøk at gera norðurøkið munandi veikari, samstundis sum landskassin fær enn meir at brúka, og TAÐ merkir enn meir sentralisering av landi okkara
Tað er eingin ivi um, at flokkarnir vinstru megin miðjuna generelt arbeiða fyri meir sentralisering, tí hesi halda, at pengarnir liggja betur í landskassanum enn í tínum lumma.
Eisini arbeiða hesi støðugt fyri meir almennum eftirliti, og tað krevur meir og meir almenn starvsfólk - og TAÐ krevur meir fígging úr privatu lummunum.
Her tosa vinstravendu flokkarnir við fleiri tungum, tí meðan teir nú áðrenn valið tykjast at bakka upp, at okkara sjófólk í m.a. Barentshavinum sleppa fyribils at halda fram, so hoyrir tú samstundis mong valevni teirra siga klárt og týðiliga, at hetta verður slutt, um tey fáa sín vilja eftir valið.
Eisini siga hesi heilt greitt, at tilfeingisvinnan, sum eisini breyðføðir serliga norðurøkið, skal brandskattast.
Ímynda tær, hvørjar avleiðingar hetta kann fáa fyri samfelagið, har bæði vinna og kommunur í m.a. Norðoyggjum og Eysturoy verða við skerdan lut, tí hesi fara at missa munandi av sínum fíggjarliga grundarlag, meðan búskaparliga ovurhitingin av miðstaðarøkinum fer at halda fram við enn størri ferð og dýrkandi avleiðingum.
Her er Sambandsflokkurin besta loysnin, tí vit eru tann einasti av stóru flokkunum, sum hugsar heildina, tvs. bæði vinnuliga OG sosialt.
Sambandsflokkurin er lykilin til tær skynsomu politisku loysnirnar tvørtur um miðjuna, har vinnan, sum er motorurin í samfelagnum, ikki kódnar av brandskatting, men fer at rinda eitt hóskandi gjald, so vit halda fram at menna vinnuna og samstundis varðveita og menna eitt samhaldsfast samfelag, har vit verja og taka hond um tey veiku og tørvandi.
Er hetta eisini tín meining, so er Sambandsflokkurin rætti flokkurin fyri teg.
Hesum vil eg stríðast fyri, fái eg álit veljarans 8. desember.
Frimodt Rasmussen
valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið