07. desember 2022
Vit hava nógvar ymiskar diagnosur, har størsti trupulleikin hjá næmingunum oftast er at hugsavna seg. Hesin trupulleiki gerst bara størri, av tí at børnini eru upptikin av onkrum 24/7. Er tað ikki skúlin, ja, so eru tað venjingar av ymiskum slag og fyri ikki at gloyma allar teir óteljandi talgildu miðlarnir. Eg skal tó siga, at ítrótturin er sera góður fyri tey ungu, har tey fáa góðar upplivingar, holla menning og eitt sunt umhvørvi.
Vit vaksnu taka ofta til, at tað er týdningarmikið ikki at taka arbeiði heim við til hús, tí vit vilja eisini hava tíð til okkum sjálvi. Vit hava brúk fyri tíð til at hugsavna okkum og tíð til at vera um familjuna.
Børn í dag hava eisini henda tørvin, tey hava eisini brúk fyri at hugsavna seg og tað er ein sera týdningarmikil liður í teirra menning. Tey hava brúk fyri at kunna sita í egnum hugaheimi ella t.d. lesa eina góða bók.
Námsætlanin frá Mentamálaráðnum til allar skúlar, leggur tíverri upp til at næmingar taka arbeiðið heim við til hús, longu frá 1-2 flokki. Tað átti at blivið broytt. Næmingar upp til 7 flokk skuldu ikki havt skúlaarbeiði við heim. Tey skuldu ístaðin fingu tíð til at hugsavna seg og sett meiri prís uppá løturnar har hugflogið fær rúmd.
Eisini hevði tað givið familjuni betri umstøður at verið saman og ikki altíð stríðast við heimaarbeiði.
Eftir at hava tosa við nakrar lærarar, kendi eg, at hesi mál, sum eg havi nevnt omanfyri og í lesarabrævinum í gjár, fylla nógv og eiga at blíva hoyrd. Eisini vóru onnur evni uppi og vendu, men eg velji at skriva um hesi nú.
Skúlin er til, fyri at geva okkara børnum bestu byrjanina uppá lívið. Latið okkum taka okkum av okkara skúlaverki og gera tær dagføringar, sum eru neyðugar til at gera tað enn betri.
Betur at vera næmingur og nógv hugaligari at verða lærari í Føroyum.
Eisini er týdningarmikið, at lurta eftir lærarum, tá ið teir gera vart við trupulleikar, tí tað eru teir, sum arbeiða við børnunum.
Eg vil virka fyri at dagføra skúlaverkið.
Sámal Hanni Lognberg
valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið