07. desember 2022
Eg bjóði meg fram á triðja sinni og eg havi gott áræði at halda fram við politiska arbeiðinum.
Eg ynski at vera við til, at øll fólk skulu mennast og trívast í Føroyum.
Til hetta løgtingsvalið havi eg savnað meg um hesi øki og borið míni sjónarmið fram í skrift og/ella talu.
Økini eru:
- Vinnulívið - skapar vøkstur, menning og vælferð
- Ríkisfelagsskapurin - hevur virði og gevur møguleikar
- Náttúra og orka - vit eiga at velja og menna grønar orkuloysnir
- Heilsu-, almanna- og skúlaøkið - eiga javnt og samt at mennast
- Búskaparstýring - er altíð neyðug
- Samferðsluútbyggingar - menna altíð samfelagið
Øll økini hava týdning og ikki ber til bert at taka eitt burturúr, tí alt hongur saman, so ella so.
Sambandsflokkurin sær samfelagið sum eina heild og ikki í brotum.
Kom við á tryggu leiðina og vel ein sterkan Sambandsflokk á Løgting hesaferð.
Eg bjóði meg fram!
Gott val!
Magnus Rasmussen
valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið