07. desember 2022
Pensjónistar eru okkara gráa gull og dýrabæru vitanardeplar runt um í samfelagnum.
Talan er um eitt fantastiskt tilfeingi, og her eru nógvar heitar hendur og nógvar royndir.
Lívsins royndir stóran týdning
Lívsins royndir hava sera stóran týdning og kunnu pensjónistar deila nógv út av sínari arbeiðsorku og vitan.
Manglar arbeiðskraft nógva staðnis
Eitt nú á umsorganarøkinum, eru nógv roynd starvsfólk, ið gott kunnu halda fram at arbeiða, eftir at tey fylla 67 ár, men orsakað mótrokning av arbeiðsinntøku í fólkapensjónini, velja nógv at gevast.
Hettar er eisini galdandi innan nógvar aðrar vinnur.
X við Edvu
Edva Jacobsen
valevni hjá Sambandsflokkinum til løgtingsvalið