27. januar 2023

Fígging av Suðuroyartunlinum

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í tingskipanini

Spyrjari: Erhard Joensen, løgtingsmaður

Svarari: Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum

Evni: Fígging av Suðuroyartunlinum

Spurningar:

1. Hvørjir møguligir fíggingarleistir til Suðuroyartunnilin fyriliggja ítøkiliga, sum landsstýrismaðurin vísir á í samrøðu við Kringvarpið tann 22. desember 2022?

2. Ætlar landsstýrismaðurin undir fyrireikingunum at kanna, um statslán frá Danmark er ein møguleiki til at fíggja Suðuroyartunnilin?

Viðmerkingar:

Í samrøðu við Kringvarpið tann 22. desember 2022 segði landsstýrismaðurin í fiskivinnu- og samferðslumálum, at Suðuroyartunnilin verður settur í gongd í hesum valskeiðinum, og tað merkir, at byrjað verður at bora í hesum valskeiðinum. Tá landsstýrismaðurin í somu samrøðu bleiv spurdur um fíggingina, svaraði hann m.a. fylgjandi:

Okur finna ein fíggingarleist fyri tað, tað liggja modellir fyri, hvussu okur loysa tað, so tað loysa okur eisini.

Vísandi til omanfyristandandi úttalilsi frá landsstýrismanninum, so fyriliggja tað fleiri modell til fíggingarleist fyri Suðuroyartunnilin, og tí er viðkomandi at fáa eina nærri kunning um, hvørji hesi modell eru.

Danmark er millum tey einans 11 londini í heiminum, sum hava triple A-rating, sum er hægst møguliga rating, og gevur hetta atgongd til ta lægstu rentuna á altjóða fíggingarmarknaðinum. Tí er áhugavert at kanna, um statslán frá Danmark kann verða ein møguleiki at fíggja Suðuroyartunnilin.

Fígging er altavgerandi fyri at gjøgnumføra hesa byggiverkætlanina. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 26. januar 2023
Erhard Joensen