25. januar 2023

Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari: Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður

Svarari: Sirið Stenberg, landsstýrismaður í almannamálum

Evni: Endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið til dømis ber brek ella hevur varandi sjúku

Spurningar:
1. Hvør er orsøkin til, at endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið til dømis ber brek ella hevur varandi sjúku, ikki eisini verður veitt fyri frítíðarløn?

2. Ætlar landsstýrið at broyta hesa ásetingina?

Viðmerkingar:
Í kunngerðini um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið ber brek ella hevur varandi sjúku, doyggjandi ella persóni við seinheilaskaða (kunngerð nr. 219 frá 28. desember 2020) stendur, at endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku verður ikki veitt fyri m.a. frítíðarløn.

Tað merkir, at foreldur, ið til dømis hava eitt barn við varandi sjúku, kunnu ikki fara í feriu við løn til dømis í juli, tí tey skuldu liva av frítíðarlønini tann mánaðin, tá hon varð útgoldin.

Tey hava tí ikki rætt til frítíð við løn, sum onnur annars hava.

Uttan iva er onkur orsøk til hesa ásetingina, og tí verður landsstýrismaðurin biðin um at greiða frá, hvør orsøkin er til hetta, og um hon hevur ætlanir um at gera nakra broyting hesum viðvíkjandi.

Á Løgtingi, 25. januar 2023
 

Helgi Abrahamsen