03. februar 2023
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Tilbúgving í sambandi við kreppustøðu í Føroyum
Spurningar:
1. Í hvønn mun heldur løgmaður, at spenta støðan í Europa við framhaldandi kríggi í Ukraina kann ávirka Føroyar?
2. Hvørji øki í føroyska samfelagnum heldur løgmaður kunnu verða rakt av krígsstøðuni í Ukraina?
3. Um so er, at Føroyar hava eina tilbúgving - tilbúgvingarskipan og tilbúgvingarætlan - um ein kreppustøða tekur seg upp sum avleiðing av krígsstøðuni í Ukraina, hvat inniheldur henda tilbúgving?
4. Um Føroyar ikki hava eina tilbúgving, sum nevnd í spurningi 3, heldur løgmaður, at tørvur er á slíkari tilbúgving, og hevur løgmaður nakrar ítøkiligar ætlanir og tíðarætlan fyri, hvussu hendan skal fyrireikast, skipast og setast í verk?
5. Hava landsmyndugleikar gjørt nakað yvirlit yvir vørur, tænastur, hjálparátøk, útgerð o.a., sum eigur at vera á goymslu og tøkt til nýtslu í ávíst tíðarskeið, um kreppustøða tekur seg upp - eitt nú neyðsynjarvørur sum matur, heilivágur, olja o.a.?
Viðmerkingar:
Føroyar eru partur av altjóða samfelagnum og hava ein rættiliga opnan búskap við stórum altjóða samhandli ella út- og innflutningi. Tað kunnu serstøður uppstanda sum kríggj, har vit t.d. ikki kunnu fáa fatur á teimum vørum, okkum tørvar, og sum vit vanliga innflyta.
Spurningurin er, um vit í Føroyum hava eina tilbúgvingarskipan, sum kann tryggja, at vit gera nøktandi átøk, um serstøður taka seg upp.
Tey 5 størru Norðurlondini hava hesi stórmál á dagskránni, nú støðan í Europa er óstøðug og hevur víst okkum, hvussu skjótt umstøðurnar kunnu broytast.
Okkara oljugoymslur til dømis rúma bert olju til nýtslu í nakrar vikur, um slík støða uppstendur, at olja ikki kann leverast, men sum land kann ivi ikki vera um, at tørvur er á at tryggja okkum best møguligt nakrar mánaðir fram.
Fyrispurningurin verður settur til tess at fáa at vita, um politiski myndugleikin, saman við viðkomandi áhugabólkum í samfelagnum, hevur ella fer at taka nøkur stig til tess at fyribyrgja óneyðugum skaðiligum árinum á samfelagið, um kreppustøða tekur seg upp.
Á Løgtingi, 3. februar 2023
Johan Dahl