15. februar 2023

Eftirmeting av Málráðnum - enn einaferð

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari:  Johan Dahl, løgtingsmaður

Svarari: Sirið Stenberg, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum

Evni: Eftirmeting av Málráðnum

Spurningar:

  1. Nær er ætlanin hjá landsstýrismanninum at leggja frágreiðing fyri Løgtingið fyri at viðgera virksemið hjá Málráðnum, vísandi til lógina um Málráðið og eftirmetingina av Málráðnum frá 18. november 2016?
  1. Verður eftirmetingin av Málráðnum, dagfest 18. november 2016, eisini løgd fyri Løgtingið til viðgerðar?
  1. Um ikki, nær ætlar landsstýrismaðurin so at almannakunngera frágreiðingina?

Viðmerkingar:

Ásett er í § 10, stk. 3 í løgtingslóg nr. 59 frá 15. mai 2012 um málráð, at landsstýrismaðurin eftir 3 árum skal leggja frágreiðing fyri Løgtingið, um hvørt lógin virkar eftir ætlan og kanna, um til ber at áseta reglur um Málráð, Staðarnavnanevnd og Navnanevnd í somu lóg.

Undirritaði spurdi eisini í fjør summar um hesi viðurskifti, og táverandi landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum gav í svarinum lyfti um, at ein nýggj frágreiðing skuldi leggjast fram seint í 2022 ella tíðliga á vári í ár.

Enn er ongin frágreiðing løgd fyri tingið, og síðan er komið nýtt landsstýrisfólk innan økið. Tí verða hesir spurningar settir nýggja landsstýrismanninum í mentamálum fyri at fáa upplýst, hvat støðan er í hesum málinum, og nær ítøkiliga ein frágreiðing verður løgd fram.

Tað er enn ongin frágreiðing og eftirmeting av Málráðnum løgd fyri Løgtingið, soleiðis sum lógin ásetur. Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 15. februar 2023

Johan Dahl