13. mars 2023
Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at avtaka mótrokningina í fólkapensjónini orsaka av arbeiðsinntøku. Við hesum vil flokkurin sleppa undan, at pensjónistar verða revsaðir fyri at átaka sær lønt arbeiði
Tað skal loysa seg at arbeiða - eisini hjá pensjónistum. Tað sigur Sambandsflokkurin, sum hevur lagt lógaruppskot fyri løgtingið um at avtaka mótrókningina í fólkapensjónini orsaka av arbeiðsinntøku. Við hesum skal tað gerast meira áhugavert hjá pensjónistum at gera lønt arbeiði, um áhugi, heilsa og orka eru til at taka eitt eyka tak.
- Eitt økt og stabilt útboð av arbeiðsmegi er eisini við til at varðveita og menna okkara vælferðarsamfelag, sigur Sambandsflokkurin.
Føroyska samfelagið er í løtuni í tí støðu og hevur verið tað seinastu árini, at arbeiðsmarknaðinum tørvar arbeiðsmegi innan fleiri ymisk arbeiðsøki. Serliga innan vælferðarøkið er stórur tørvur á fleiri hondum, og eisini innan onnur øki, sum til dømis tænastu- og framleiðsluvinnuna er tørvur á arbeiðsmegi.
Sambandsflokkurin vísir á, at arbeiðsloysið í januar í ár var heilt niðri á 0,8 prosentum, sum svarar til 249 fulltíðararbeiðsleys. Í januar í 2022 var arbeiðsloysið 1 prosent.
- Fleiri av okkara eldru borgarum hava bæði hug, heilsu og orku at halda fram við at arbeiða aftaná náddan pensjónsaldur, men okkara skattaskipan við mótrokningni av arbeiðsinntøku omanfyri 45.000 kr. árliga ger hetta lítið áhugavert og stimbrandi, sigur Sambandsflokkurin.
Hetta uppskotið er eitt av fleiri uppskotum, sum Sambandsflokkurin legði fyri løgtingið á seinasta framløgudegnum, sum var týsdagin 7 mars.
Sambandsflokkurin