31. mars 2023
Summi elska hana, og onnur elska at hata hana. Men felags fyri báðar partar er, at eingin hevur broytt so mikið sum eitt komma í henni øll hesi 75 árini, meðan hon hevur verið í gildi. Vit tosa um heimastýrislógina, sum leygardagin 1. apríl, rundar tey 75 árini.
Størsta menningin av føroyska samfelagnum er hend undir hesi skipanini. Føroyar eru í dag eitt nýmótans vælferðarsamfelag, á hædd við fremstu lond í heiminum, og føroyingar kunnu virka frítt bæði í Føroyum og úti í heimi. Eisini eru vit, gjøgnum ríkisfelagsskapin, partur av tí, sum ár eftir ár verður kosið at vera heimsins besta rættarsamfelag.
Tá Heimastýrislógin varð sett í gildi, tann 1. apríl 1948, blivu føroysku stjórnarskipanarviðurskiftini greið, eftir at tey høvdu verið ógreið síðani Danmark varð hersett í 1940. “Midlertidig Styrelsesordning” frá 9. mai 1940, varð sett úr gildi, og síðani hevur Heimastýrislógin virkað sum løgfrøðiligi karmurin um politiska lívið í Føroyum.
Sjálvstýrislóg
Heimastýrislógin er ein sjálvstýrislóg. Við henni fingu føroyingar sjálvstýri, hóast vit hildu fram við at vera partur av ríkisfelagsskapinum. Løgtingið fekk tann lóggevandi myndugleikan yvir serføroyskum viðurskiftum, og harafturat fingu vit eitt landsstýri, sum hevur tann fyrisitingarliga myndugleikan yvir føroyskum málsøkjum um hendi.
Vit stýra okkara dagligu viðurskiftum sjálvi, men kunnu samtíðis brúka ríkisfelagsskapin til tað, sum tænir okkum best. Eisini á málsøkjum, sum ikki eru yvirtikin, hava vit ein avgerandi leiklut. Skal ein donsk lóg setast í gildi fyri Føroyar, so verður hon fyrst løgd fyri Løgtingið sum ríkislógartilmæli, og hon verður ikki sett í gildi, fyrr enn Løgtingið hevur samtykt hana.
Og á uttanríkispolitiska økinum spæla Føroyar eisini ein virknan leiklut, hóast talan er um felags málsøki. Eitt dømi um tað er nýggja samstarvsráðið millum Føroyar, Grønland og Danmark, sum byrjaði at virka fyri góðum ári síðani. Í tí verða uttanríkis-, trygdar- og verjupolitisk mál viðgjørd, og har fáa Føroyar innlit í upplýsingar, sum vit áður ikki fingu. Hetta er enn eitt dømi um, at ríkisfelagsskapurin er dynamiskur og mennist við tíðini.
Fyrimunir og vansar
Líkamikið hvørja skipan vit velja, so verður talan altíð um eina skipan, sum bæði hevur fyrimunir og vansar. Soleiðis er eisini við Heimastýrislógini. Vit í Sambandsflokkinum stuðla hesi skipanini, tí vit duga at síggja, at hon gevur okkum størstu fyrimunirnir og fæstu vansarnar. Tó skulu vit altíð arbeiða við at menna skipanina soleiðis, at avbjóðingarnar í henni verða loystir.
Hevur yvirlivað fleiri loysingarætlanir
Vit hava hesi farnu 75 árini havt bæði sjálvstýris- og fullveldislandsstýri, sum vildu avtaka ella veikja heimastýrisskipanina, men tað bar ikki á mál. Føroyska fólkið veit, at verandi skipan virkar somikið væl, at tað gevur ikki meining at sleppa henni fyri at fáa nakað, sum eingin kennir. Tí hevur Heimastýrislógin nú verið í gildi – óbroytt - í 75 ár.
Helgi Abrahamsen
næstformaður Sambandsfloksins