01. mai 2023
Vit kunnu staðfesta, at nakrir ávísir starvsbólkar innan vælferðarøkið eru afturútsigldir á lønarøkinum - ein gongd, sum hevur staðið við í nógv ár. Avleiðingin av m.a. prosentvísum hækkingum er ein stór lønargjógv, sum aftur hevur við sær, at vit í dag hava trupult við at rekruttera starvsfólk á vælferðarøkinum. Tíðin er nú komin at taka ábyrgd politiskt og at gera upp við henda lønarójavna við m.a. einum lønarlyfti
Vantandi starvsfólkaorka innan kjarnuvælferðartænastur
Samgongan hevur sett sær fyri at geva ávísum starvsbólkum, sum arbeiða innan fyri okkara kjarnuvælferðartænastur, eitt sokallað lønarlyft. Endamálið hjá samgonguni er at tiltrekkja meira arbeiðsmegi til hetta økið - fáa verandi starvsfólk at støðast og fáa fleiri nýggj starvsfólk.
Ein stór avbjóðing er, at starvsfólkaorkan er ov lítil í dag og við verandi gongd á økinum, so fer avbjóðingin bara at vaksa. Talan er um stóra starvsfólkatørvin innan røkt og námsfrøði komandi 10 árini á eldra-, heilsu-, almanna- og dagstovnaøkjunum.
Ein loysn er at útbúgva fleiri starvsfólk, sum er sett í verk seinnu árini, men tað loysir ikki alla avbjóðingina. Neyðugt er eisini við øðrum átøkum, sum minka um tørvin á starvsfólki. Í 2022 kom út ein áhugaverd frágreiðing frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum, við heitinum “Í góðum hondum - Starvsfólkatørvur á vælferðarøkinum - avbjóðingar og uppskot til loysnir”.
Hendan frágreiðingin hevur fleiri uppskot um, hvussu avbjóðingin við stóra starvsfólkatrotinum innan hetta økið kann loysast komandi 10 árini. Tey vælferðarøkini, ið verða viðgjørd í frágreiðingini, eru almannaøkið, eldraøkið, dagstovnaøkið og í minni mun sjúkrahúsverkið. Fakbólkar, ið verða viðgjørdir, eru fakbólkar, ið kunnu nema útbúgving í Føroyum.
Nakrar av loysnunum eru: Fjarundirvísing, lønarviðurskifti, størri geirasamstarv og at byggja hóskandi stovnar. Eisini átøk, sum hava til endamáls, at fólk í størri mun klára seg sjálvi ella við avmarkaðari hjálp (t.d. telemedisin/ KST).
Skeiklaður lønarbygnaður
Fyri Sambandsflokkin handlar hetta ikki bara um eitt lønarlyft - tað handlar eisini í stóran mun um at rætta upp á ein lønarbygnað og ein lønarójavna, sum seinastu nógvu árini er heilt skeiklaður fyri ávísar starvsbólkar, serliga á vælferðarøkinum.
Tað, sum hevur eyðkent almennu lønaravtalurnar er, at tær byggja á prosentvísar hækkingar og øll skulu prosentvíst hava líkað.
Tíðin er komin, har tað snýr seg politiskt um at tora at fara inn og gera nakað við henda ójavna, soleiðis at hetta ikki er ein forðing fyri at varðveita og menna okkara kjarnuvælferðartænastur. Vit vita, at tað altíð vilja verða nakrir starvsbólkar, sum koma at føla seg at vera fyri órætti ella eisini halda seg eiga at fáa eitt lønarlyft.
Eitt lønarlyft merkir hægri útreiðslur, serliga fyri kommunurnar. Hesum verður hædd tikin fyri ella verður kompenserað við, at landið setur meira pengin av til flytingar til kommunurnar til endamálið.
Málið avgreiðast við samráðingum millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum
Sambandsflokkurin heldur, at partarnir á almenna arbeiðsmarknaðinum við tí politiska uppbakningi, sum vísur seg í politisku skipanini, eiga sum skjótast at rætta lønarójavnan.
Vónandi virka partarnir á arbeiðsmarknaðinum so fyri framyvir, at slíkur lønarmunur, sum er uppstaðin millum ávísar starvsbólkar, ikki endurtekur seg.
Sambandsflokkurin heldur eisini onnur átøk eiga at verða framd í verki, til frama fyri okkara vælferðartænastur.
Bárður á Steig Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum