30. mai 2023
Skrivligur fyrispurningur
Eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Bárður á Steig Nielsen, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Støðutakan landsstýrisins til eina nýggja verjusemju
Spurningar:
Viðmerkingar:
Í strembanini hjá donsku stjórnini at røkka NATO kravinum um, at tvey prosent av bruttotjóðar-úrtøkuni (BTÚ) skal nýtast til fígging av verjuni, er danska stjórnin farin í holt við samráðingarnar um eina nýggja verjusemju. Í hesum sambandi hevur virkandi danski verjumálaráðharrin,
Troels lund Poulsen, meldað út, at Arktis og Norðuratlantshavið hava fremstu raðfesting.
Undanfarni landsstýrismaður í uttanríkismálum luttók á uppstartsfundinum til verjusemjuna fyri einum ári síðani. Umframt hetta, hevur virkandi danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, verið í Føroyum á vitjan hjá landsstýrismanninum í uttanríkismálum, Høgna Hoydal, har boðað varð frá, at hann ynskti at hava føroysku og grønlendsku landsstýrini við, tá verjusemjan skal gerast.
Framløgan av Arktiska kapacitetspakkanum varð nógv átalað, tí landsstýrið og uttanlandsnevndin vóru ikki kunnaði um átøkini, ið vóru avtalaði við pakkanum. Fyri at tryggja, at sama støða ikki endurtekur seg, er skrivað í danska stjórnarlagið, at landsstýrið verður kunnað og innboðið til samráðingar í málum, sum ávirka Føroyar.
Landsstýrið og danska stjórnin nýta orðingina: ”Einki um okkum uttan okkum” og ”intet om Færøerne og Grønland skal besluttes uden om Færøerne og Grønland. ” - hetta má skiljast sum, at landsstýrið tryggjar sær, at ongar avgerðir um Føroyar verða tiknar, uttan at landsstýrið er við í avgerðunum.
Grundarlagið fyri spurningunum til Aksel V. Johannesen, løgmann, er út frá omanfyri nevndu viðmerkingum, og við tí endamálið, at fáa upplýst, hvør landsstýrisins leistur er til verjusemjuna.
Á Løgtingið, 30. mai 2023
Bárður á Steig Nielsen