01. juni 2023
“Tað er í trúnaði” .... Politikkarar dáma sera væl, tá okkurt er í trúnaði - og eisini landsstýrisfólk.
Men tann stórsta ábyrgdin av øllum í einum fólkaræði er at tryggja gjøgnumskygni og at øll tey, sum gjalda skatt, vita hvat vendir upp og hvat vendir niður.
Eg hoyri nú ein landsstýrismann siga fylgjandi við KVF:
- Tað er sera týdningarmikið, at málið um samstarv við Russland, verður viðgjørt í trúnaði. Tí skal málið bara viðgerast í Uttanlandsnevndini og ikki í Løgtinginum. Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum.
Hetta kann sjálvandi aldrin góðtakast í einum fólkaræði - um Løgtingið ikki sleppur at viðgera slíkt álvarsmál, so hava vit tikið okkara fólkaræði burtur.
Kaj Leo Holm Johannesen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin