17. juni 2023
Løgtingið samtykti fríggjadagin, við triðju viðgerð, uppskot um fyrsta byggistig at høvuðsumvæla og umbyggja skúlabygningarnar á Frælsinum.
Sambandsflokkurin fegnast sjálvsagt um, at stig verður tikið til at betra um hølisviðurskiftini, so vit framhaldandi kunnu menna Fróðskaparsetur Føroya.
Sambandsflokkurin kann tó ikki taka undir við hesum uppskotinum, tí at líkt er til, at uppskotið verður trýst ígjøgnum í óðum verkum, tá hvørki útboð ella prosjektering eru liðug.
Løgtingið samtykti fyri tveimum døgum síðani uppskot til samtyktar frá løgtingsgrannskoðarunum um at greiðar reglur verða gjørdar um, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast. Løgmaður hevur boðað frá, at hetta regluverkið kemur eftir ólavsøku.
Tað tikist púra burtur úr vón og viti, at samgongan ynskir at trýsta eina risastóra almenna byggiverkætlan ígjøgnum, uttan at neyðugu karmarnir eru fingnir til vega.
Um samgongan ikki ynskir at bíða eftir teirra egna løgmanni við at seta skjøtul á eina risastóra verkætlan - sjálvt um tað bert eru 44 dagar til næstu tingsetu - so fer samgongan eftir løtuvinninginum heldur enn at seta neyðugu tíðina av til at endurhugsa leistin, við tí fyri eyga at forða stórum óvæntaðum útreiðslum.