06. juli 2023
160 MW av vindorku mugu vera tøk, tá pumpuskipanin í Vestmanna stendur klár. Tað var greiði boðskapurin frá Kára Johansen, nevndarformanni í SEV, í Degi og Viku í gjárkvøldið. Í innslagnum varð eisini sagt, at pumpuskipanin nú er í vanda.
Ja sjálvandi. Tað var júst hetta, eg vísti á í einum lesarabrævi í november 2021.
Tá vóru fleiri (harímillum SEV) sum ávaraðu ímóti at seta fleiri vindmyllur upp, fyrr enn pumpuskipanin stóð klár. Onkur fyrispurningur var eisini í Løgtinginum, har spurt var, um landsstýrismaðurin kundi tryggja, at brúkarin ikki fekk eina eykarokning fyri streymin sum fór til spillis, tí myllurnar komu upp áðrenn pumpuskipanin var gjørd.
Eg vísti í lesarabrævinum á, at pumpuskipanin skal rindast aftur við avlopsstreymi frá vindmyllunum, so um ongar myllur eru komnar upp, tá pumpuskipanin stendur klár, so verður heldur eingin avlopsstreymur at rinda íløguna við. Og hvør kann tá tryggja, at brúkarin ikki fær eina rokning?
“Hetta er sum hønan og eggið: Uttan hønu verður einki egg, og uttan egg verður eingin høna. Vit fáa ikki alt upp sama dag, og tí verður í útbyggingarfasuni eitt ávíst orkutap,” skrivaði eg í lesarabrævinum.
Um somu tíð skrivaði SEV á síni Facebooksíðu:
“Tað er rætt, at vit hava tørv á væl meira vindorkumátti í Føroyum – men alt má ikki koma inn í senn. Tað má byggjast út stigvíst. Tá pumpuskipanin er komin, ber til at “goyma” yvirskotsvindin í pumpuskipanini, og tá fara hvørki vindur ella peningur til spillis,” skrivaði SEV.
Við einum filmsbroti vísti SEV eisini á, at tá vindmyllulundirnar á Eiði, í Flatnahaga og í Hoyvíkshaganum vóru komnar upp, fór framleiðslan at verða 124,5 MW størri, enn tørvur var á.
Men nú er myndin broytt, og SEV vil hava tilsøgn frá orkumyndugleikanum um, at 160 MW standa klár, tá pumpuskipanin verður tikin í nýtslu.
Vit sleppa ikki undan orkuspilli í útbyggingarfasuni, men tað orkuspillið er lítið afturímóti tí orkuspillinum sum liggur í, at vit lata vindin blása yvir høvdinum á okkum, uttan at brúka hann. Vit skulu hava vindmyllur og vit skulu hava pumpuskipan, men alt kemur ikki upp sama dag.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður