15. august 2023
Fyrispurningurin er soljóðandi:
Spurningar:
1. Hvussu stórar vóru landskassans eingangsinntøkur / óvanligu inntøkur í tíðarskeiðnum 2015 til 2023 - býttar upp á, hvaðani tær komu frá?
2. Hvussu stórar væntast landskassans eingangsinntøkur / óvanligu inntøkur í 2024, 2025, 2026 og 2027 - býttar upp á, hvaðani tær væntast at koma frá?
3. Hvussu stórar vóru hesar eingangsinntøkur tilsamans í prosent av samlaðu inntøkum landskassans 2015-2023 og hvussu stórar væntast tær at verða í 2024, 2025, 2026 og 2027?
4. Hvussu hevði úrslit landskassans sæð út ymsu árini og frameftir, um hesar eingangsinntøkur vórðu drignar frá samlaðu inntøkunum, og hevði tørvur tá verið á lántøku vegna hall, lægri avlop o.a.?
5. Til hvørji endamál eru eingangsinntøkur landskassans brúktar gjøgnum øll árini (rakstur, íløgur, grunn o.a.)?
6. Hvussu er ætlanin at brúka møguligar eingangsinntøkur komandi árini?
Svar:
Tiknar eru við eingangsinntøkur í Rakstrinum, Inntøkunum og Óvanligum inntøkum, men ikki tær í Løgunum, t.e. søla av bygningum og skipum.
Svar til spurning 1 og 5
Eingangsinntøkur:
- Í 2015 vóru ongar eingangsinntøkur.
- Í 2016 vóru 23,3 mió. frá sølu av partabrøvum í P/F Lív tiknar við undir Óvanligar inntøkur, og fluttar í Búskapargrunnin.
- Í 2017 vóru 100 mió. kr. frá eykastórum vinningsbýti frá BankNordik tiknar við í Inntøkunum, og fluttar í Búskapargrunnin.
- Í 2018, 2019 og 2020 vóru ongar eingangsinntøkur.
- Í 2021 vóru 156,7 mió. kr. frá eykastórum vinningsbýti frá BankNordik tiknar við í Inntøkunum. Eisini í 2021 vóru 56,4 mió. kr. frá avtøkuni av Fíggingargrunninum frá 1992 tiknar við undir Óvanligar inntøkur.
- Í 2022 vóru 134,4 mió. kr. frá eykastórum vinningsbýti frá BankNordik tiknar við í Inntøkunum.
- Í 2023 eru netto 15,9 mió. kr. frá sølu av partabrøvum í P/F Tjaldur og ætlaðar 79 mió. kr. frá sølu av partabrøvum í P/F Smyril Line tiknar við í Rakstrinum.
Fyri at svara einkult og gjøgnumskygt er fulla upphæddin í vinningsbýti frá BankNordik árini 2017, 2021 og 2022 tikin við sum eykastór vinningsbýti, hóast í miðal 15 mió. kr. hvørt av árunum kundi verið frádrignar, svarandi til vanlig vinningsbýti frá BankNordik.
Svar til spurning 2
Tað verður ikki roknað við eingangsinntøkum í Rakstrinum, Inntøkunum og Óvanligum inntøkum árini 2024-27.
Svar til spurning 3
Roknskaparliga/játtanarliga úrslitið fyri § 20 Inntøkur verður nýtt sum mát fyri samlaðu inntøkurnar. Bert eru eingangsinntøkur tiknar við, sum eru partur av RLÚ I úrslitinum, t.e. í Rakstrinum og í Inntøkunum.
Eingangsinntøkurnar í prosentum:
- Í 2017 vóru 1,8 % av inntøkunum (100/5.442,6)
- Í 2021 vóru 2,5 % av inntøkunum (156,7/6.325,1)
- Í 2022 vóru 2,0 % av inntøkunum (134,4/6.715,4)
- Í 2023 eru mettar til 1,4 % av inntøkunum ((15,9+79) /6.967,3)
Svar til spurning 4
RLÚ I úrslitini uttan eingangsinntøkur:
- Í 2017 hevði verið avlop á 463,4 mió. kr. (563,4-100)
- Í 2021 hevði verið hall á -19,1 mió. kr. (137,6-156,7)
- Í 2022 hevði verið avlop á 60,3 mió. kr. (194,7-134,4)
- Í 2023 hevði verið ætlað avlop á 48,9 mió. kr. (143,8-15,9-79)
Tilsamans fyri tíðarskeiðið 2015-23 høvdu RLÚ I úrslitini verið 486 mio. kr. lakari (100+156,7+134,4+15,9+79), og sum sannlíkt hevði verið fíggjað við hægri lántøku landskassans.
Svar til spurning 6
Sum nevnt áður, verður ikki roknað við eingangsinntøkum í Rakstrinum, Inntøkunum og Óvanligum inntøkum árini 2024-27.
Tinganes, 14. august 2023
Ruth Vang
Landsstýriskvinna í fíggjarmálum