06. september 2023
Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Djóni N. Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Landskassans útreiðslur til gransking, menning og nýskapan
Spurningar:
1. Hvussu stórar vóru landskassans útreiðslur til gransking, menning og nýskapan í tíðarskeiðnum 2015 til 2023 - býttar á almenna og vinnuliga gransking - stovnar, endamál, verkætlanir o.a.?
2. Hvussu stórar væntast landskassans útreiðslur til gransking, menning og nýskapan í 2024, 2025, 2026 og 2027 - býttar á almenna og vinnuliga gransking - stovnar, endamál, verkætlanir o.a. at verða?
3. Hvat er endamálið hjá einum lítlum landi at granska, menna og nýskapa?
4. Hvørji politisk-strategisk mál eru sett um gransking, menning og nýskapan komandi árini og á hvørjum økjum?
5. Hvør setur fakligu politiskt-strategisku málini um val av økjum at granska, menna og nýskapa?
6. Hvørji ítøkilig úrslit hevur gransking, menning og nýskapan higartil skapt fyri føroyska samfelagið og vinnuna, útgreinað á økir?
7. Ætlar landsstýrismaðurin at eftirmeta verandi skipanir til gransking, menning og nýskapan, og lata Løgtinginum hesa eftirmeting?
Viðmerkingar:
Tað gerst alt meira vanligt, at almennir stovnar í Føroyum, herundir Fróðskaparsetrið, arbeiða við gransking, menning og nýskapan, sum partvíst verður fíggjað við pengum úr landskassanum og útlendskari fígging.
Vit vita t.d., at grundgransking er nakað, sum bara stór og búskaparliga sterk lond taka sær av.
Tí er tað viðkomandi at allýsa, hvat vit sum eitt lítið land skulu granska innan fyri, hvat er viðkomandi fyri okkara land og fólk í mun til, hvat er áhugavert o.a.
Tá vit brúka pengar og politiskt skulu raðfesta, vil spurningurin altíð vera, um vit alternativt kundu brúkt pengarnar til onnur endamál og skapt størri nyttuvirði fyri samfelag og vinnu.
Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan legði nýliga upp til ein málsetning um at seta av 3% av BTÚ til gransking, menning og nýskapan, svarandi til millum 700 og 800 mió. kr. árliga.
Hetta mál verður ásett uttan at upplýst verður, hvussu nógv longu verður játtað til hesi endamál, og hvat fæst fyri pengarnar.
Tað er eftir hondini sera trupult politiskt, fyri ikki at siga ógjørligt, at gjøgnumskoða, hvussu nógvir almennir pengar í løtuni verða latnir tilsamans til gransking, menning og nýskapan. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 5. september 2023
Johan Dahl