18. september 2023

Svar til Johan Dahl um gransking, menning og nýskapan

Svar upp á skrivligan fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini nr. 52-017/2023 frá, Johan Dahl, løgtingsmanni, settur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, um landskassans útreiðslur til gransking, menning og nýskapan

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Hvussu stórar vóru landskassans útreiðslur til gransking, menning og nýskapan í tíðarskeiðnum 2015 til 2023 - býttar á almenna og vinnuliga gransking - stovnar, endamál, verkætlanir o.a.?

2. Hvussu stórar væntast landskassans útreiðslur til gransking, menning og nýskapan í 2024, 2025, 2026 og 2027 - býttar á almenna og vinnuliga gransking - stovnar, endamál, verkætlanir o.a. at verða?

3. Hvat er endamálið hjá einum lítlum landi at granska, menna og nýskapa?

4. Hvørji politisk-strategisk mál eru sett um gransking, menning og nýskapan komandi árini og á hvørjum økjum?

5. Hvør setur fakligu politiskt-strategisku málini um val av økjum at granska, menna og nýskapa?

6. Hvørji ítøkilig úrslit hevur gransking, menning og nýskapan higartil skapt fyri føroyska samfelagið og vinnuna, útgreinað á økir?

7. Ætlar landsstýrismaðurin at eftirmeta verandi skipanir til gransking, menning og nýskapan, og lata Løgtinginum hesa eftirmeting?

Svar
Til 1: Tað finst enn einki samlað yvirlit fyri hetta. Í 2022 varð játtan latin Granskingarráðnum at fara undir at savna hagtøl fyri hesi økini. Tað eru Hagstovan og Granskingarráðið, sum samstarva neyvt um hetta arbeiðið.

Fyrireikingarnar eru lidnar, og farið er undir at savna fyrstu upplýsingarnar inn fyri 2022.

Fyri almennar stuðulsskipanir eru játtanirnar á fíggjarlógini fyri 2015-2023 tilsamans ávikavist fyri Granskingarráðið (Stuðul til gransking) 68,1 mió. kr., Fiskivinnuroyndir 50 mió. kr., Vinnuframa 28,9 mió. kr, Orkuverkætlanir 3,6 mió. kr. Játtanin til Horizon 2020, seinni Horizon Europe, samstarvið var í tíðarskeiðinum 2015-2023 108,7 mió. kr. Sí tabel niðanfyri “Stuðulsskipanir 2015-2023”.

Granskingarstovnar og stovnar, sum veita granskingarundirstøðukervi, brúka samsvarandi sínum endamáli ein part av síni játtan til gransking, menning og nýskapan. Stovnarnir eru (skipaðir eftir ársverkum), Fróðskaparsetrið, Umhvørvisstovan, Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Havstovan, Fiskaaling, Tjóðsavnið, Jarðfeingi, Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum, Tjóðskjalasavnið og Búnaðarstovan. Hvussu stórur hesin partur er, er ymiskt frá stovn til stovn, spennið er sera vítt.

Harafturat eru nakrir stovnar, sum veita granskingarundirstøðukervi á ymsan hátt, hesir eru Landsbókasavnið, Fólkaheilsustýrið og iNOVA.

Yvirlit yvir allar stuðlaðar verkætlanir hjá Granskingarráðnum finst á gransking.fo, flokkað á ár, fakøki og slag av verkætlan við upplýsing um evni, persónar og upphæddir. Samlað sæð hevur Granskingarráðið latið 68,1 mió. kr. i tíðarskeiðinum 2015-2023 til 100 verkætlanir.

Avvarðandi aðalráð mugu svara fyri sínum stuðulsskipanum.

 

 

Til 2: Ætlanin er at økja um granskingina innan náttúru, KT, námsfrøði og skúla. Eisini skal ein langtíðarætlan gerast fyri gransking, menning og nýskapan, so at granskingin betri verður samskipað, og játtanin til gransking sum heild skal eisini hækkast líðandi. Afturat hesum fyriliggur eisini ynski um at skipa fyri einum universitetssjúkrahúsi, sum m.a. fevnir um økta heilsugransking.

Í sambandi við Barnaverkætlanina er tørvur á gransking, sum fylgir verkætlanini, so vit m.a. kunnu siga eitt sindur um, hvør verandi støða er hjá okkara børnum, og hvussu væl verkætlanin eydnast. Í hesi ætlan væntast uttanhýsis fígging at verða stórur partur.

Komandi árini kunnu vit eisini vænta eina økta játtan til fleiri PhD-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, sum er partur av ætlanunum um, at vit í Føroyum skulu hava eitt altjóða universitet, og so at undirvísingin er granskingargrundað. Viðmerkjast skal, at Setrið arbeiðir fyri at finna øktar møguleikar fyri uttanhýsis fígging til gransking.

Til 3: Endamálið er grundleggjandi tað sama sum hjá øðrum londum. Fyri samfelagið er høvuðsendamálið við gransking, menning og nýskapan at útvega nýggja vitan, førleikar og amboð til at nøkta verandi og framtíðar tørv. At kenna samfelagið, náttúruna og tilfeingi fyri at kunna taka vitanargrundaðar avgerðir. At byggja upp serfrøði á sentralum samfelagsøkjum. Fyri fyritøkur er málið at fáa vitan og úrslit, sum til dømis kunnu geva ein víðkaðan marknaðarpart, økta sølu ella størri inntøku.

Til 4 og 5: Tað eru Løgtingið og landsstýrið við játtanum og avtalum við stovnar, sum seta yvirskipað mál. Tað hevur ikki verið nøkur yvirskipað samskipan, hóast onkrar royndir hava verið gjørdar, m.a. við Vísindaráðnum, sum gjørdi uppskot til politikk fyri gott 10 árum síðani.

Í viðurkenning av, at tørvur er at fáa sett felags mál og leggja miðvísar og samanhangandi ætlanir fyri økið var eitt ráð fyri gransking, menning og nýskapan (GMN-ráðið) skipað við lóg galdandi frá 1. januar 2021.

Fyrsta ráðið varð tilnevnt í apríl 2022 og skal ráðgeva landsstýrinum og vinnuni á hesum økinum.

Fyrsta ársfrágreiðing ráðsins varð løgd fram á tiltaki fyri landsstýrinum, løgtingslimum, aðalstjórum, granskingarstovnsleiðarum og umboðum fyri vinnuna tann 29. august 2023. Frágreiðingin er latin øllum tinglimum í prentaðari útgávu og talgilt. Væntanin er, at politiska skipanin skal viðgera tilmælini og tilfarið frá ráðnum og útfrá hesum leggja yvirskipaðar ætlanir fyri økið.

Til 6: Tað eru fleiri sløg av úrslitum frá gransking, menning og nýskapan. Fyrst og fremst nýggj vitan á nógvum ymsum økjum, sum verður miðlað á ymsan hátt og brúkt víða um í samfelagnum, bæði alment og privat.

Granskingarráðið hevur stuðlað 49 av teimum 112 PhD-kandidatunum, sum hava lokið prógv síðani 2015 og fleiri eru ávegis. Hesi fólk hava framleitt vitan til gagns fyri samfelagið og fara í størv á Fróðskaparsetrinum og øðrum granskingarstovnum, fyritøkum og aðrastaðni.

Við nýútbúnu granskarunum kunnu vit eitt nú útbúgva fleiri fólk til størv í almenna og privata geiranum, til dømis til dagstovnaøkið, skúlaverkið, heilsuverkið, alivinnuna, KT-vinnuna, almenna og privata fyrisiting, miðlar o.s.fr. Eisini kunnu hesi halda fram við at granska ella arbeiða við øðrum vitanartungum arbeiði.

Granskingin á almennu stovnunum gevur nógv ymisk ítøkilig úrslit, eitt nú vitan um hav, fiskastovnar, veðurlagsviðurskifti- og broytingar, aliviðurskifti, djóraheilsu, náttúruárin, heilsuviðurskifti, og annað, sum verður brúkt til víðari arbeiði, eitt nú í politikkskapan, regluverki, framleiðslu, nýskapan v.m.

Í 2021 fóru Fróðskaparsetrið, Landsbókasavnið og Granskingarráðið undir verkætlan at skráseta og almannakunngera allar granskarar, verkætlanir og granskingarúrslit. Hetta er savnað á portalinum pure.fo. Arbeiðið er komið væl áleiðis, men enn manglar nakað at skráseta.

Allir almennu granskingarstovnarnir eru bodnir við í verkætlanina. Higartil eru Havstovan, Umhvørvisstovan, Heilsugranskingareindin og Fiskaaling komin við.

Tá alt er skrásett fer at bera til at siga neyvari, hvussu nógvar verkætlanir eru í gongd ella eru lidnar á hvørjum økjum, luttakandi stovnar, samstarv innlendis og altjóða v.m. Eisini fer at síggjast neyvari, hvørji úrslit eru komin frá hvørjari verkætlan.

Til 7: Tað er skilagott, javnan at eftirmeta galdandi skipanir, og soleiðis er eisini á granskingarøkinum. GMN-ráðið hevur júst latið sína fyrstu frágreiðing úr hendi, og væntandi fer tað at skipa fyri einum almennum kunningarfundi um frágreiðingina. Harumframt umhugsi eg at skipa fyri politiskum orðaskifti um frágreiðingina í Løgtinginum.

GMN-ráðið arbeiðir við at fáa eitt betri yvirlit yvir verandi skipanir, sum er neyðugt, áðrenn ein eftirmeting fer fram. Tá vit hava fingið eina heildarmynd av granskingini, hevði eg hildið tað verið hóskandi, at tikið eina gjøgnumgongd av allari gransking í Føroyum, og at granskingin í síni heild varð eftirmett.

Djóni Nolsøe Joensen
landsstýrismaður