28. september 2023
Samgongan legði fyri við at minka inntøkurnar við at skerja ríkisveitingina 250 mió. í hesum valskeiðnum, uttan at nakað er sett ístaðin.
Hetta kemur at merkjast, nú fyrsta fíggjarlógin hjá hesi samgonguni verður framløgd. Tað verða sparingar á vælferðarøkinum og eyka byrðar á vinnu og borgarar.
Sambandsflokkurin vil ikki skerja vælferðina, tí vilja vit altíð tryggja inntøkur, áðrenn vit vilja minka tær.
Skerdar inntøkur geva minni vælferð.
Bárður á Steig Nielsen
formaður í Sambandsflokkinum