02. oktober 2023
Fíggjarlógaruppskotið fyri 2024 bleiv lagt fram í gjár – við einum halli uppá 64 mió. kr., hóast allar bestu konjunkturar í føroyska búskapinum (sera høgt aktivitetsstig).
Styrkjan av fíggjarliga haldførinum, hægri vælferð, skattalætti, stytt arbeiðsvika o.a. sóðu vit kortini ikki nógv til, hóast hetta upp í saman er lova Føroya fólki.
– Men tað, ið er sera óheppi og álvarsamt, er, at fyri at fáa roknstykki at síggja heldur betri út, so skal vinnan, ið m.a. hevur fólk í tímaløntum starvi, til at gjalda frá 2 teimum fyrstu sjúkradøgnum, heilt upp til 7 teir fyrstu dagarnar!
Ein lítil ella miðal stór fyritøka, t.d. ein handverkari ella krambúð, royna við allari megi at skapa vøkstur í felagnum, fyri at vaksa, at hava pening at gjalda lønir og rokningar, og fyri at varðveita og skapa nýggj arbeiðspláss – og ikki minst skapa virðir í samfelagnum.
Eftir framløguni av fíggjarlógaruppskotinum 2024 hjá Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, og um undirtøka verður fyri tí, so skal ein arbeiðsgevari framyvir gjalda teir fyrstu 7 sjúkradagarnar fyri eitt starvsfólk, í staðin fyri 2 teir fyrstu dagarnar, soleiðis sum skipanin er í dag. Hetta kemur at raka smáu vinnufyritøkurnar sera meint.
Tað er óskiljandi at leggja so ógvusligt eftir fyritøkum, ið byrja sítt virksemi fyri at skapa virðir, fleiri arbeiðspláss o.a.
Hetta kann saman berast við, at um tú vilt hava góð eplir úr veltuni, er ein treyt, at seteplini eru góð og væl passa - og ongantíð betur um eitt sindur av tøð fylgir við.
Stabilir og góðir vinnukarmar at virka innanfyri - tað gevur úrslit fyri allar partar og skapar virðisøking í samfelagnum.
Haraldur S. Hammer
formaður fyri Norðstreymoyar Sambandsfelag