09. oktober 2023
Uppskot frá Sambandsflokkinum um at flyta ætlaðu niðurlagingina av ríkisveitingini til P/F Suðuroyartunnil
Ein týðandi fortreyt fyri áhaldandi at menna Føroyar er, at vit framhaldandi gera íløgur í undirstøðukervið - við tí fyri eyga at betra um sambandið millum oyggjarnar, og harvið lætta um gerandisdagin hjá føroyingum og vinnuni.
Á jólum verður tunnilin til Sandoynna latin upp fyri almennari ferðslu. Tá verður fast vegasamband hjá enn fleiri føroyingum, og letur hetta samstundis upp fyri nýggjum spennandi møguleikum fyri vøkstri og menning.
Suðuroyartunnilin er næsta stóra byggiverkætlanin, ið liggur fyri framman. Tørvur verður á stórari íløgu, og tískil er tað av alstórum týdningi, at gjørdur verður hóskandi fíggingarleistur - annars verður verkætlanin av ongum.
Sambandsflokkurin hevur tí lagt uppskot fyri Tingið, soleiðis at ætlaða blokkniðurlagingin komandi árini verður sett av sum eginfígging í P/F Suðuroyartunnil, heldur enn at senda pengarnar av landinum aftur.
Við einum lánstørvi uppá nakrar mia. kr. hava kredittvirði, eginfígging, afturgjaldstíð og rentustøði sera stóra ávirkan á leypandi lánsgjøldini, sum skulu rindast lánsveitaranum, og á raksturin.
Fram til 2032 gevur ætlaða niðurlagingin av ríkisveitingini 850 mio. kr., og hevði hendan upphæddin verðið ein munagóð byrjan til at fremja byggiverkætlanina, og harvið byrjanin uppá at knýta Suðuroynna í meginøkið.
Sjá annars lógaruppskot: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10567