01. november 2023
Svar uppá fyrispurning nr. 52-038/2023 frá Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinnu, settur Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um tvískattaavtalur
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Er arbeiðið at kanna møguleikarnar fyri at fáa fleiri tvískattaavtalur fyri føroyska vinnulívið og føroyingar yvirhøvur ella handilsflotan og shippingvinnuna sett í gongd?
2. Hvussu verður arbeiðið skipað?
3. Nær kann væntast, at nakað úrslit ella ein frágreiðing fyriliggur?
Svar til fyrispurning nr. 1
Fíggjarmálaráðið metir alsamt um tørvin á nýggjum altjóða avtalum.
Tvískattaavtalur verða gjørdar fyri at sleppa undan altjóða tvískatting, fyri at skapa greidleika, og fyri at tryggja skattligan neutralitet.
Tvískattaavtalur hava týdning, tí tær tryggja, at tvífaldur skattur ikki verður goldin. Er eingin tvískattaavtala við eitt land, merkir hetta tó ikki automatiskt tvífaldan skatt. Føroyar hava eins og onnur lond unilateralar kreditreglur, sí svarið upp á spurning nr. 2.
Tvískattaavtalur skapa greidleika, tá farið verður í annað land at arbeiða, reka vinnu ella gera íløgur, og somuleiðis skapa tær greidleika fyri útlendingar, ið koma higar at arbeiða, reka vinnu ella gera íløgur. Tað er tí altíð eitt ynski frá vinnulívinum at fáa tvískattaavtalur við flest møgulig lond.
Fyrimunirnir fyri vinnuna mugu síggjast í mun til kostnaðin fyri almennu kassarnar. T.d. kann nevnast, at Danmark av hesi orsøk segði upp sínar tvískattaavtalur við Frakland og Spania.
Samanumtikið kann sigast, at tvískattaavtalur hava stóran týdning fyri vinnuna, hinvegin má ein gera sær greitt, at talan má vera um eitt munandi tvívegis búskaparligt samband landanna millum, um eitt land skal freistast til at gera eina tvískattaavtalu við Føroyar. Um sambandið er einvegis kann tað gerast trupult, tí virðið av eini avtalu hjá hinum landinum er avmarkað.
Føroyar hava í løtuni 15 tvískattaavtalur. Umframt tvískattaavtalurnar hava Føroyar aðrar skattaavtalur við 145 lond. 46 bilateralar avtalur, meðan hinar avtalurnar eru umvegis antin tvískattaavtalur ella sonevndu Multilateralu Konventiónina. Ein konventión, sum upprunaliga var avmarkað til limalondini í OECD og Europaráðnum, men sum síðani er víðkað til eisini at fevna um onnur lond.
Hesar avtalurnar snúgva seg um sínámillum umbýti av skattaupplýsingum antin eftir áheitan ella sjálvvirkandi, umframt aðra umsitingarliga hjálp í málum um beinleiðis og óbeinleiðis skattir.
At gera tvískattaavtalur er sera tíðarkrevjandi, og harnæst kemur, at Føroyar sum eitt lítið land, helst ikki verður raðfest ovarlaga.
At samráða seg til eina avtalu við Bretland, sum er okkara nærmasti granni, tók til dømis 4½ ár.
Svar til spurning nr. 2
Fíggjarmálaráðið tekur ikki stig til at gera tvískattaavtalur av sínum eintingum.
At fáa lýst tørvin á tvískattaavtalum umvegis til dømis Vinnuhúsið er tí avgerandi, tí tørvurin á avtalum er ikki eyðsýndur, av tí at bæði § 154 í skattalógini og § 19 í kapitalvinningsskattalógini hava unilateralar reglur, sum forða fyri, at persónar og feløg verða tvískattað.
Svar til spurning nr. 3
Fíggjarmálaráðið hevur viðgjørt møguleikan fyri einari tvískattaavtalu við Ísreal. Serliga við atliti at off-shore og shipping virksemi.
Vísandi til, at Føroyar bæði í skattalógin og kapitalvinningsskattalógini hava unilateralar reglur, sum forða fyri, at persónar og feløg verða tvískattað, hevur verið mett, at tørvur er ikki á at viðgera spurningin nærri frá føroyskari síðu.
Sendistova Føroya í Ísreal hevur upplýst, at tað einans eru 2-3 fólk í Ísrael, sum arbeiða við tvískattaavtalum, og at tað í løtuni eru um 20 lond á bíðilista at gera avtalur við Ísrael. Tað eru fyrst og fremst tey stóru londini, sum verða raðfest. Føroyar eru tí ikki á hesum bíðilista, hóast ynski er komið frá ísraelskum vinnulívsfólkum, um at fáa eina tvískattaavtalu við Føroyar. Ynskið er sett fram yvirfyri ísraelsku sendistovuni í Keypmannahavn.
Fíggjarmálaráðið kann eisini frá egnum royndum upplýsa, at Føroyar ikki vera raðfestar ovarlaga, um landið, sum vit seta okkum í samband við, ikki sjálvt hevur tørv á eini avtalu við Føroyar. Sveis, sum Føroyar hava avtalu við umvegis Danmark, segði til dømis, tá avtalan var dagførd seinast, at um tað var altavgerandi fyri Føroyar at fáa eina samlíka avtalu í egnum navni vildu tey hyggja uppá tað. Meira fingu vit ikki lyfti um.
Tinganes, 31. oktober 2023
Ruth Vang
landsstýriskvinna í fíggjarmálum