20. november 2023
Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini
Spyrjari: Johan Dahl, løgtingsmaður
Svarari: Høgni Hoydal landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum
Evni: Sjøtul setast á vinnuliga menning av sjófeingi Føroya
Spurningar:
1. Hvørjar visjónir og framtíðarætlanir hevur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum fyri vinnuligari menning av sjófeingi Føroya - fyriliggur ein ítøkilig heildarætlan?
2. Hevur landsstýrismaðurin tikið málið um skeljaaling upp við P/F Fiskaaling um at gera fyrstu grundleggjandi kanningarnar av einum møguligum skeljaøki?
- Um ja, nær verða kanningarnar lidnar?
- Um nei, hví er málið ikki tikið upp við Fiskaaling, og nær verða hesar kanningar gjørdar?
3. Hevur landsstýrismaðurin sett serfrøðingabólk at kanna, hvørt havbit av laksi kann gerast ein vinnuvegur í Føroyum?
- Um ja, nær verða kanningarnar lidnar?
- Um nei, hví er serfrøðingabólkurin ikki settur, og nær verður hann settur?
4. Hvørjar ítøkiligar politiskar ætlanir hevur landsstýrismaðurin við Havlívfrøðiligu Royndarstøðini hjá P/F Fiskaaling í Nesvík innan gransking í t.d. toski og kalvi, og gera royndir við yngli?
5. Hvørjar ítøkiligar politiskar ætlanir hevur landsstýrismaðurin við alistøðini hjá P/F Fiskaaling við Áir, eitt nú innan lívfiskaarbeiðið at menna havbit av laksi?
Viðmerkingar:
Føroyar eru ein fiskivinnutjóð og stórútflytari av fiski. Føroyar liggja úti í Atlantshavi og hava eitt sera ríkt sjófeingi á okkara nær- og fjarleiðum, herímillum møguleikar í nærumhvørvinum at ala ymisk sløg av fiski og skeljadjórum. Sjófeingi er tað, sum vit liva av, fara at liva av mong ár fram í tíðina og tí eiga at menna upp á allar mátar. Okkara menning innan sjófeingi skal gerast á lívfrøðiliga og búskaparliga burðardyggum grundarlag.
Tann 17. februar 2021 var aðalorðaskifti í Løgtingum um frágreiðing um alivinnuna, latin frá Umhvørvis- og vinnumálaráðnum. Innihaldið í frágreiðingini snýr seg í høvuðsheitum um støðuna í alivinnuni (laksaaling), og hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum hevði í hyggju at fremja.
Í frágreiðingini verður at enda greitt frá ymiskum ætlanum hjá landsstýrinum fyri víðari menning av alivinnuni, herímillum um taraaling, skeljaaling og havbit.
Skeljaaling
Brot úr frágreiðingini: ”Landsstýrismaðurin ætlar at taka spurningin um skeljaaling upp við P/F Fiskaaling um at gera fyrstu grundleggjandi kanningarnar av einum møguligum skeljaøki.”
Havbit
Brot úr frágreiðingini: ”Løgtingið hevur heitt á landsstýrismannin í vinnumálum um at seta serfrøðingabólk at kanna, hvørt havbit av laksi kann gerast vinnuvegur í Føroyum. Tískil hevur Umhvørvis- og vinnumálaráðið sett ein serfrøðingabólk við umboðum frá Fiskaaling, Heilsufrøðiligu starvsstovuni og Umhvørvisstovuni, umframt at aðrir viðkomandi partar eisini verða hoyrdir í tilgongdini. Serfrøðingabólkurin skal eftir ætlan lata sína frágreiðing í seinasta lagi 1. mai 2021.”
Síðan aðalorðaskiftið í februar 2021 er onki frætt um, hvat er hent víðari í hesum báðum málunum - skeljaaling og havbit.
Upplýsast kann, at sambært løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 89 frá 16. mai 2022, stendur í § 1: ”Løgtingslógin fevnir um at gagnnýta livandi sjófeingi í føroyskum sjógvi og uttan fyri føroyskan sjógv og at fáast við slíkt virksemi sum at umskipa, leggja upp, taka ímóti, flyta, goyma, virka og selja ella umseta sjófeingi og úrdrátt úr hesum.
Stk. 2. Løgtingslógin er somuleiðis galdandi á føroyskum førum, á føroyska landgrunninum, á landi í Føroyum og í føroyskum áum, vøtnum, ósum og løkum. ”
Sostatt leggur verandi lóg um sjófeingi upp til breitt at gagnnýta alt tað sjófeingi, sum er í føroyskum sjógvi og uttan fyri o.a. Annað sjófeingi er fevnt av aðrari lóggávu. Í løtuni er bara fokus á fiskivinnu og alivinnu, soleiðis sum vit vanliga kenna hesar vinnur.
Tað almenna eigur at skapa neyðugu karmarnar fyri at menna verandi vinnur og eisini skapa nýggjar vinnur í sambandi við sjófeingi Føroya. Tað vísir seg kortini, at lítið og onki verður gjørt frá politisku skipanini at gera fyrireikingar ella kanningar og skapa karmarnar fyri vinnuliga at víðarimenna okkara ríka sjófeingi. Vit hava seinastu árini valt bara at fara eftir teimum meira lágthangandi fruktunum á sjófeingisøkinum, sjálvt um potenitialið er stórt til aðrar nýggjar sjófeingisvinnur.
Havbit kann t.d. vera við til at menna frítíðar fiskarí ella turistfiskarí, og harvið menna okkara ferðavinnu.
Endmálið við hesum fyrispurninginum er at varpa ljós á allar teir fjøltáttaðu vinnumøguleikar, sum eru í Føroyum og skapa ein inntøkuvøkstur, sum kann tryggja, at Føroyar gerast eitt uppaftur ríkari samfelag, til gagns fyri allar føroyingar og okkara vælferðarsamfelag. Tí verður hesin fyrispurningur settur.
Á Løgtingi, 16. novembur 2023
Johan Dahl