24. november 2023
Tórshavnar býráð tók í gjárkvøldið sakina í egnar hendur og hevur tryggjað, at í minsta lagi 30 hjálparfólk í føstum starvi á dagstovnaøkinum kunnu taka útbúgving sum námsfrøðingur.
Kommunan hevur tikið upp samband við VIA University College í Danmark um at standa fyri útbúgving av hjálparfólkum.
Talan er um sokallað meritútbúgving, ið gevur møguleika at gerast professións-bachelor.
Skipanin er, at hjálparfólkið arbeiðir á stovninum og fær løn sum vanligt, burtursæð frá døgunum, tey eru í skúla.
Aftrat er upptøkukravið fyrst og fremst starvstíð teirra á dagstovnaøkinum í kommununi.
Hetta er stórur fyrimunur fyri kommununa, sum ikki missir starvsfólk av økinum, tá ið tey fara undir námsfrøðiliga útbúgving. Samstundis hækkar fakliga støðið á stovnunum, so hvørt útbúgvingin líður, til gagns fyri børnini og trivnaðin á staðnum.
Fyri hjálparfólkini er stórur fyrimunur, at tey fara ikki av arbeiðsmarknaðinum í fleiri ár, og at eisini tey, sum ikki hava miðnámsútbúgving, kunnu fáa eina námsfrøðiliga útbúgving, sum eisini gevur eina væl hægri løn.
Ábyrgd
Tað er landspolitisk uppgáva at útbúgva námsfrøðingar. Hetta fer í dag fram á Fróðskaparsetrinum sum 4 ára long akademisk bachelorútbúgving.
Tað er eisini landið, sum hevur ásett krøvini til kommunurnar um, at 2/3 av starvsfólkunum á dagstovnaøkinum skulu vera námsfrøðingar.
Men landið hevur ongantíð livað upp til egin krøv. Bara í Tórshavnar kommunu vanta eini 200 námsfrøðingar á dagstovnaøkinum.
Tað er sannroynd, tá ið kommunan hevur spurt hjálparfólkini, at útbúgvingin á Fróðskaparsetrinum er ikki altíð hóskandi fyri tey, sum ikki hava miðnám ella sum eru etablerað við húsi og heimi.
Í hesum føri miðlar Tórshavnar kommuna ein hóskandi útbúgvingarmøguleika til hjálparfólkini umvegis ein danskan útbúgvingarstovn.
Men tað mátti verið av áhuga hjá landspolitisku skipanini sjálv at skipa professións-bacherlorútbúgving, ja, eisini innan onnur øki sum t.d. eldraøkið.
Áheitan
Góðu hjálparfólk og stovnsleiðarar í Tórshavnar kommunu. Eg vóni, at undirtøkan fer at vera góð, so at vit í februar næsta ár hava 30 hjálparfólk undir útbúgving.
Og at vit um 3,5 ár hava 30 nýggjar útbúnar námsfrøðingar.
Tit fara at fáa neyvari upplýsingar um útbúgvingina og upptøkukrøv næstu dagarnar.
Verður undirtøkan so góð, at tørvur er á fleiri útbúgvingarplássum, so verður møguliga bjóðað 30 pláss aftrat til at byrja útbúgvingina í námsfrøði eftir summarfrítíðina 2024.
Annfinn Brekkstein
formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs