29. november 2023

Hvar bleiv kunngerðin um burturkast av?

Verandi kunngerð um burturkast er frá 1995, og ongar broytingar eru gjørdar í henni síðani 2007. Hugburðurin viðvíkjandi burturkasti er nógv broyttur síðani galdandi kunngerð varð lýst.

Í februar 2020 bað eg, sum landsstýrismaður á økinum, Umhvørvisstovuna um at gera eina nýggja kunngerð um burturkast. Tey fingu freist til 1. juni sama ár, tá arbeiðið skuldi vera liðugt. Seinni bleiv pantiskipanin við einnýtisíløtum eisini partur av arbeiðinum.

Arbeiðið dró út, men fyri umleið tveimum árum síðani skrivaði Dimmalætting, at arbeiðið var um at vera liðugt, og at bara nakrir tekniskir smálutir vóru eftir at gera, áðrenn uppskotið kundi latast landsstýrismanninum.

Nú eru aftur tvey ár gingin, og framvegis er kunngerðin ikki lýst.

Eg havi tí sett Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu, ein fyrispurning, har spurt verður, hvussu langt arbeiðið er komið, nær kunngerðin verður lýst og hví arbeiðið hevur tikið so langa tíð.

Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður