05. desember 2023

Magnus Rasmussen spyr um løgtingslóg um pant á íløtum

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari:  Magnus Rasmussen, løgtingsmaður

Svarari:  Ingilín D. Strøm landsstýriskvinna í umhvørvismálum

Evni:  Løgtingslóg um pant á íløtum

Spurningar: 

1. Nær kemur uppskot til løgtingslóg um pant á íløtum í Løgtingið?

2. Hvør er orsøkin, at so long tíð hevur gingið við arbeiðinum?

Viðmerkingar:

Í mong ár hevur verið arbeitt við uppskoti til nýggja løgtingslóg um pant á íløtum.

Undanfarna landsstýrið fekk málið aftur á skrá og arbeitt var við nýggjari lóg á økinum.

Lógaruppskot var smíðað og sent í hoyring í september í 2022 við hoyringsfreist 7. oktober í 2022. Saman við hesum lógaruppskotinum var uppskot til kunngerð um pant á íløtum til drykkjuvørur og matvørur.

Nú eru vit í desember 2023, t.v.s. eitt gott ár er gingið síðani hoyringsfreistin var út. Áhugavert er tí at frætta, hvussu gongur við hesum máli og hvat tað er sum ger, at so long tíð er gingin og lógaruppskotið ikki er komið í Løgtingið enn. Tí verður hesin fyrispurningurin settur.

Á Løgtingi, 3. desember 2023

Magnus Rasmussen