08. desember 2023

Sambandsflokkurin størsti flokkur

Nýggja veljarakanningin gevur flokkinum 28,1% av atkvøðunum og sostatt størsti flokkur á tingi sambært kanningini.

Veljarakanning 5. des. 2023 (Spyr.fo)

Sambært nýggjastu veljarakanningini, so hevði Sambandsflokkurin verið størsti flokkur á tingi við 28,1% - ein framgongd á 8,1% 📈
 
- Tað, sum Sambandsflokkurin hevur lagt fyri dagin er tað, sum fólkið tekur undir við!
 
Úrslitið er greitt tekin um, at føroyingar ynskja eina nýggja kós við Sambandsflokkinum í landsins leiðslu.
 
Veljarin er troyttur av atgerðarloysinum hjá vinstravendu samgonguni!